Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KFUK: Tórhild Bjarkhamar er sett í starv sum samskipari hjá KFUK í Havn frá 1.nov 2022.

Tórhild er útbúgvin lærari. Hon er eisini psyko- og familjuterapeutur og hevur útbúgving í leiðslu og verkætlanarleiðslu.

Louisa Niclasen, ið hevur verið skrivari hjá KFUK í mong ár, fer nú frá vegna aldur.

KFUK er ein kristin felagsskapur, ið varð settur á stovn í Føroyum fyri 100 árum síðan.

Húsið hjá KFUK í Tórshavn er karmur um fleiri tiltøk hvørja viku. Skótarnir halda til har, og eldrasamkoma er hvønn mánadag. Hósdag er binditreff.

Fleiri onnur tiltøk eru eisini í KFUK. Umframt nevndu tiltøk eru jólaaftanshugni, sangløtur, fundir, skeiðsvirksemi o.a.

KFUK hevur sett sær fyri at náa longur út í býin og landið, og tað verður eisini ein uppgáva, ið Tórhild fer at taka sær av.

Húsinum tørvar ábøtur, og í løtuni verður arbeitt við at fáa húsið og økið uttanum í betri stand.

Vit ynskja Tórhild vælkomnari í KFUK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo