Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er ikki óvanligt tá tú koyrir ímillum bygdir uttanlands at síggja smáar sølubúðir framvið vegnum, har tey selja ymiskt, aloftast frukt ella grønmeti, og har kundin sjálvur avgreiðir handilin.

Slíkt hevur okkum vitandi ikki verið roynt í Føroyum áður, men nú hevur Miðstovugarður á Sandi, sum eisini í aðrar mátar hevur broti upp úr nýggjum og verið slóðbrótandi við eitt nú at dyrka nógv ymiskt grønmeti, sett upp eina lítla sølubúð á Sandafløttinum, tey kalla. Tað er ímillum Sands bygd og Træðir. Har ber til at keypa epli og gularøtur, og tú avgreiður sjálv/ur handilin við at leggja peningin í ein kassa.

- Nú skal tað vera slut við at alt letur aftur her í oynni, hendan sølubúðin læt upp í gjár, og heldur áfram so leingi nakrar gularøtur eru eftir á Sandafløttinum, siga tey skemtiliga í einum boðum á facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo