Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kjølbro Heilsøla fær í næstum nýggjan stjóra. Talan er um Árna Frederiksberg, sum seinastu 10 árini hevur arbeitt í Betri Banka, millum annað á Vinnulívsdeildini.

Árni er 30 ára gamal, og verður í næstum útbúgvin HD í roknskapi og fíggjarstýring.

Hans Arni Bjarnason Thomsen, sum seinastu 5 árini hevur verið stjóri á Kjølbro Heilsølu, hevur samstundis verið stjóri á Kjøli, har hann byrjaði í 2015.

Hans Arni heldur fram í starvinum, sum stjóri á Kjøli, har ætlanir eru við útbyggingum av ymiskum slag. Harumframt hevur Hans Arni játtað at taka sæti í nevndini í Kjølbro Heilsølu.

Árni byrjar í starvinum 1. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo