Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í farnu viku samtykti fíggjarnevndin at taka undir við at skipa Hoyvík sum valstað og beindi málið í býráðið við tilmæli um at fáa til vega góðkenning frá landsstýrismanninum til, at Hoyvík verður skipað sum nýtt valstað.

Í Tórshavnar kommunu eru sjey valstøð. Størsta valstað er í Havn, og á løgtingsvalinum 8. desember 2022 vóru vórðu skrásettir 13.482 borgarar við valrætti.

Hini valstøðini í kommununi eru Argir, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Kaldbak og Hestur. Hoyvík er ikki skipað sum sjálvstøðugt valstað sum er, og í november 2022 høvdu 3.284 fólk í Hoyvík valrætt.

Hesi atkvøða í dag á valstaðnum í Havn, sum er í ítróttarhøllini á Hálsi.

Varð Hoyvík skipað sum egið valstað høvdu teir 3.284 borgararnir atkvøtt har, og tá hevði talið á veljarum við valrætti á valstaðnum í Havn minkað úr umleið 13.482 niður í umleið 10.200.

Heimild at skipa Hoyvík sum egið valstað er í § 20 í løgtingslóg um val til Løgtingið, men tað er landsstýrismaðurin, sum við kunngerð broytir valstøðini. Eitt nýtt valstað krevur sostatt góðkenning frá landsstýrismanninum í lógar- og innlendismálum.

Óvist er, hvønn týdning tað hevur á ferðslu- og atkvomuviðurskiftini í høllini á Hálsi í sambandi við løgtingsval, um Hoyvík verður skipað sum egið valstað, men staðfestast kann, at veljarafjøldin í prosentum hevði minkað umleið 25%, um teir 3.284 borgararnir í Hoyvík atkvøddu har og ikki í Høllini á Hálsi sum er.

Metingar eru ikki gjørdar av, um tað hevði kravt fleiri starvsfólk enn tey, sum í dag taka sær av valunum á valstaðnum í høllini á Hálsi, um Hoyvík skuldi verið skipað sum egið valstað.

Roknast kann tó við nakað av eyka kostnaði í mun til í dag, um eitt høli afturat skal skipast sum valstað og mannast við starvsfólkum at taka sær av sjálvum valinum og uppteljingini av atkvøðum.

Tann 18. januar samtykti fíggjarnevndin at taka undir við at skipa Hoyvík sum valstað og beindi málið í býráðið við tilmæli um at fáa til vega góðkenning frá landsstýrismanninum til, at Hoyvík verður skipað sum nýtt valstað.

Málið kemur fyri á býráðsfundi nú hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo