Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í eini royndarverkætlan fyri summarið 2022, fer Tórshavnar kommuna at nýskipa Vágsbotn sum eitt innbjóðandi og miðsavnandi býarrúm til trivnað, mentan og uppihald.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá kommununi at fáa meira skipaði viðurskifti í lag í Vágsbotni, eitt nú hvat uppihaldi og ferðslu viðvíkur. Í eini royndarverkætlan fyri summarið 2022 fer kommunan tískil undir ymisk átøk í økinum, ið koma at broyta økið nakað.

Endamálið við royndarverkætlanini í Vágsbotni fyri summarið 2022 er at royna býarskipanarligar leistir í verki, ið sostatt koma at vera leiðbeinandi fyri, hvørji langsiktað inntriv verða mett at gagna økinum sum eitt alment býarrúm til trivnað og uppihald.

Í royndarverkætlanini fyri summarið 2022 verður vegurin ígjøgnum økið eitt nú umskipaður og nýasfalteraður í ein boga út um eitt nýtt miðsavnandi uppihaldstorg mitt á økinum. Vegurin ígjøgnum økið verður einvegis omaneftir frá horninum á Tórsgøtu/Mylnugøtu og út á Skálatrøð, og nýggir parkeringsbásar verða uppmerktir í vestaru síðu í Vágsbotni (sí viðfestu myndirnar).

Millum annað verður eitt nýtt miðsavnandi uppihaldsøki bygt, ið ætlandi verður karmur um ymisk mentanarlig og marknaðarlig tiltøk. Umframt at knýta Tórsgøtu saman í maritima dámin í Vágsbotni, fer hetta økið eisini at knýta stóru sititrappuna upp í sólargóða økið úti undir Bryggjubakka. Her verður pláss fyri at seta pall upp til ymisk tiltøk, eins og møguleiki verður fyri at sita undir taki og í lívd.

Arbeiðið við hesi royndarverkætlani kemur at broyta dagligu viðurskiftini í økinum nakað, og hóast serlig atlit verða tikin til alt kringliggjandi virksemi í Vágsbotni, so kann væntast, at alt økið verður merkt av byggingini nakað fram.

Arbeiðið byrjar í viku 21, og sambært arbeiðsætlanini verður verkætlanin merkt av byggingini fram til mánadagin 4. juli, við eitt nú byggiplásshegni, ferðsluforðingum og fyribilsskelting.

Væntast kann í sama viðfangi, at ferðslan ígjøgnum økið verður avbyrgd eitt stutt skifti.

Ímeðan arbeitt verður í økinum, virðismetir Tórshavnar kommuna, at virkandi í økinum sýna tolsemi og umbæri, umframt at ferðandi ígjøgnum økið sýna varsemi.

Spurningar ella viðmerkingar í sambandi við verkætlanina kunnu beinast Býarskipanardeildini í Teknisku fyrisiting í Tórshavnar Kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo