Bretski prinsurin hevur gjørt semju við Virginiu Giuffre sum ákærdi hann fyri kynsligan ágang, skrivar New York Times.
Einki verður sagt um peningaupphæddina sum prinsurin skal gjalda til Giuffre, sambært miðlinum.
Semjan kemur vikur áðrenn Andrew prinsur skuldi møta til eina rættarliga hoyring.
Prinsurin ætlar eisini at lata eina «Substansiella donasjón» til góðgerðarstovn sum stuðlar rættindunum hjá offrum, skrivar avísin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo