Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nógv hugsa, at vit við 2020 eru farin inn í eitt nýtt áratíggju. Men tað eru vit ikki fyrr enn næsta ár, sigur matematikkin.

Tað er ikki øðrvísi enn við aldarskiftið - tá nógv varð gjørt burturúr øllum nullunum. Men so var tað onkur klókur sum oyðilegði alt og minti á, at tað er ikki fyrr enn árið eftir at hol verður sett á nýggja øld - og sama er galdandi fyri áratíggju.

Tað er kanska eitt sindur nørdut, og í veruleikanum kunnu fólk halda tað tey vilja, men stutta frágreiðingin er, at gregorianski kalendarin, sum vit brúka, byrjaði ikki ár 0 men ár 1 tá Jesus varð borin í heim. Tí byrjaði fyrsta árattíggju ár 1 og endaði ár 11. Altso ár 11 hoyrdi uppí, og soleiðis hevur tað verið síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo