At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Undir vanligum umstøðum høvdu útlendskir vinnuferðavinnugestir fylt gistingar- og fundarhølini vetrarhálvuna.

Tey høvdu notið hentleikarnar, náttúruna og upplivingarnar, vit hava í Føroyum. Men so er ikki í ár. Hetta árið er øðrvísi hjá øllum, og hetta átakið skal eggja til, at føroyskar fyritøkur, arbeiðspláss, stovnar, felagsskapir osfr. fáa íblástur til at royna hesar upplivingar og fundast í egnum landi á ein øðrvísi hátt enn vanligt. 

Flest øll arbeiðspláss hava framvegis mál, sum skulu viðgerast, starvsfólk, sum skulu røkjast, og úrslit sum skulu feirast. Átakið vísir á, at í Føroyum eru fundarstøð og útferðarfyriskiparar við dugnaligum starvsfólkum til reiðar at taka ímóti og gera samskipanina og karmarnar so góðar og tryggar sum gjørligt.

Á heimasíðuni Fundist í egnum landi ber til at síggja pakkar við øðrvísi fundum í Føroyum. 

Tað er Visit Faroe Islands, sum skipar fyri átakinum saman við ferðavinnuveitarunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo