Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norðoya Kunningarstova / Visit Norðoy: Søgan um læknastríðið í Klaksvík í 1950unum er ikki bara søgan um borgarakríggj við bardøgum, vápnum, avbyrgingum, krígsskipum, handtøkum, bumbum, blóðhundum, rættarmálum og fongsulsrevsingum. Ja, tú las rætt, og alt hetta er partur av søguni, sum skjótt verður karmur um nýtt ferðavinnutilboð í Klaksvík.

Ljóðslóðin um læknastríðið er eitt tilboð, ið samantvinnar ljóð og slóð. Tann ferðandi verður við einum korti leidd/ur á 14 viðkomandi støð í Klaksvík og fær samstundis søguna um læknastríðið fortalda í oyrunum. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sum bæði hava tætt tilknýti til Klaksvíkar og hava gjørt útvarpsrøðirnar “Ein býur í Kina” og “Ein er ríman av Íslandi komin,” hava ment tilboðið við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands. Við ljóðtøknini í lummanum og korti í hondini avger tann ferðandi sjálv/ur ferðina, um tú steðgar at njóta útsýnið ella til ein kaffimunn, og um tú heldur hevur hug at koyra leiðina enn at ganga. Túrurin, ið enn bert er á føroyskum, er ókeypis, krevur eitt lítið depositum fyri tøkni og kort.

Søgan í ljóðslóðini er grundað á skrivligar keldur frá bæði føroyingum og dønum. Afturfyri hesa spenningssøguna, skylda vit tó tátíðar klaksvíkingum, sum eru forfedrar nógvar núlivandi klaksvíkingar, og øðrum at royna at skilja teirra fjølbroyttu søgur og sjónarhorn í sambandi við læknastríðið. Hóast tað ikki ber til at siga frá øllum søgunum hvør sær í einum slíkum tilboði, hava frásøgufólkini roynt at virða teirra fjølbroytni, og tíbetur er eisini nógv ymiskt tilfar um læknastríðið, ið er ein av teimum føroysku hendingunum, sum hevur vakt størstan ans uttanlands.

Leingi varð als ikki tosað um læknastríðið, ið tó kann vera við til at greiða frá nøkrum spenningum, sum enn hava týdning í okkara samtíð. Síðani nógv av høvuðsfólkunum í stríðnum eru farin, og KvF í 2008 gjørdi sendingar um evnið, er nógv nýtt tilfar komið fram, og onnur hava eisini roynt at siga hesa søguna. Umframt, at tað er týdningarmikið fyri eitt fólk at kenna sína egnu søgu, at vera kritisk og duga at seta hana í høpi, so er eisini týdningarmikið, at føroyingar, og í hesum føri norðoyingar sjálvir, siga eina sovorðna svára søgu, sum eitt nú greiðir frá, hví klaksvíkingar enn í dag sláa manngarð um sítt sjúkrahús, spenningum ímillum Klaksvík og Havn, og sambært summum eisini, hví Klaksvík hevur so stórbæra kirkju.

Tilboðið verður royndarkoyrt ókeypis í næstum, har almenningurin fær høvi at uppliva søguna um læknastríðið. Kunnað verður nærri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo