Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Almanna- og Mentamálaráðið: Sum liður í ætlanini hjá landsstýrinum, um at fara undir at útvega í minsta lagi ein stovn um árið komandi árini, hevur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 raðfest eitt nýtt heim í Suðuroynni, til m.a. fólk við seinheilaskaða.

Á fíggjarlógini fyri 2023 eru settar 7.500 tús.kr. av so at heimið kann lata upp í ár. Heimið er ætlað at rúma 10 fólkum. Somuleiðis er játtan eisini sett av til rehabiliteringsdepilin Skálagarð í Klaksvík, har pláss er fyri 15 fólkum. Hann letur upp í ár.

Í løtuni eru eisini tríggjar byggiverkætlanir í gongd í miðstaðarøkinum, ið fara at økja um talið av plássum til bú-, umlættingar- og frítíðartilboðum. Tveir av hesum stovnum lata upp í vár og tann triði væntandi um ársskiftið 2023/2024.

- Eg fegnist stórliga um, at tað nú eru raðfest fleiri bú- og umlættingarpláss á almannaøkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo