Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt felag er í dag stovnað við tí endamáli at byggja eitt nýtt hotel í Klaksvík.

Íleggjarnir eru Christian í Grótinum, LÍV, Betri, Varðin og Íløgufelagið Víkin (16 lokal feløg í Norðoyggjum), sum tilsamans hava játtað at seta kr 50 milliónir í partapeningi í felagið. Íleggjarnir hava í fyrstu atløgu valt at seta tilsamans kr 5 milliónir í felagið at fyrireika verkætlanina. Um fyrireikingarnar ganga væl, so verður partapeningurin hækkaður, so skjótt klárt er at byggja. Tað verður eftir ætlan Gist&Vist, sum skal reka hotellið. Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið kr 150 milliónir. Tá er klárt at taka hotellið í nýtslu.

Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eru Norðoyggjar væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini og skjótt letur eitt nýtt og stórt mentanarhús upp. Sum ein natúrligur liður í hesi gongd meta íleggjarnir, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum.

Klaksvík hevur eitt virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum.

Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið, sum verður staðsett beint norðanfyri Biskupstorg út móti Vágni, við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystanfyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið um at vera liðugt og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.  

Hotellið hevur 81 rúmlig kømur við 4 stjørnum, eina matstovu og fundarsal til 300 fólk.

Gongst sum ætlað, verður farið í holt við at byggja nýggja hotellið á vári í 2023 og er ætlanin at fyrstu gestirnir skulu flyta inn í apríl 2025.

Við givnu staðsetingini av nýggja hotellinum fær Klaksvík ein týðandi og eyðsýndan bygning:

• við eini serstakari staðseting, partvís í sjónum,
• ið kemur at liggja mitt í hjartanum í býnum,
• ið kann gerast ein altjóða ráðstevnu miðdepil

Arbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo