Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og  mentamálum, hevur sett nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya fyri komandi fýra árini.

Hesi eru tilnevnd í stýrið frá 6. mars 2023 til 5. mars 2027:

Limir:
- Rógvi Olavson, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
- Annika Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
- Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
- Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
- Mathea Hilduberg, næstforkvinna, beinleiðis tilnevnd av landsstýriskvinnuni.
- Høgni Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
- Finnur Koba, starvsfólkaumboð.

Landsstýriskvinnan hevur valt Rógva Olavson sum formann.

Varalimir:

- Katrin Petersen, fyri Rógva Olavson, formann, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

- Theodor Eli Dam Olsen, fyri Anniku Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

- Ólavur í Geil, fyri Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

- Dorit Hansen, fyri Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

- Dánjal Højgaard, fyri Matheu Hilduberg, næstforkvinnu, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.

- Dánial Hoydal, fyri Høgna Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.

- Elin Winther Poulsen, fyri Finn Koba, starvsfólkaumboð.

Stýrið hjá Kringvarpinum er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og aðrar fyriskipanir um virksemi stovnsins verða fylgdar. Sambært kringvarpslógini verða fýra limir og fýra varalimir tilnevndir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ein limur og ein varalimur verða tilnevndir sum umboð fyri starvsfólkini í Kringvarpi Føroya, og landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir tveir limir og tveir varalimir. Millum tey tilnevndu velur landsstýrismaðurin formann og næstformann.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at nýggja stýrið kann fara til verka. Hon ætlar skjótast til ber at taka arbeiðið uppaftur at endurnýggja public service-sáttmálan, sum formliga fór úr gildi 31. desembur 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo