Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 075/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um útboð av nýggjum reinsiverki til Landssjúkrahúsið, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er nýggja reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum bjóðað alment út?

2. Eru møguleikarnir at nýta føroyskar ráðgevarar í sambandi við nýtt reinsiverk til Landssjúkrahúsið kannaðir?

3. Er áheitan komin frá føroyskum ráðgevum um at sleppa at bjóða uppá reinsiverkið?

4. Hvørja áskoðan hevur landsstýrismaðurin á at brúka føroyskar veitarar?

Svar:
Til spurning 1

Arbeiðið, at útvega eitt nýtt reinsiverk, er enn í byrjanarstøðu. Talan er um, at Landssjúkrahúsið og Landsverk kanna, hvørjar loysnir og hvør tøkni er tøk innan økið.

Til spurning 2
Í sambandi við kanningar og fyrireikingar hava Landssjúkrahúsið og Landsverk verið í sambandi við bæði føroyskar og útlendskar ráðgevarar.

Til spurning 3
Landssjúkrahúsið og Landsverk hava longu nýtt føroyskan ráðgeva í sambandi við fyrireikingarnar.

Harumframt hevur ein føroyskur ráðgevi bjóðað seg fram til hesa verkætlanina.

Landssjúkrahúsið og Landsverk fáa javnan áheitanir frá ráðgevum, ið bjóða seg fram til ymiskar uppgávur. Viðvíkjandi reinsiverkinum, so verður framvegis kannað, hvørjar loysnir egna seg best.

Um farið verður víðari við verkætlanini, skal útboð gerast, og ráðgevar kunnu tá bjóða uppá prosjekteringina av einum nýggjum reinsiverki. Inntil útboðið er fyrireikað og gjørt, er ikki møguligt hjá ráðgevum at bjóða uppá prosjekteringina.

Til spurning 4
Landsstýriskvinnan heldur, at tað hevur stóran týdning at brúka føroyskar veitarar, tá ið tað letur seg gera, og at tað er gott, at vit her í Føroyum hava serkunnleika innan ávís serøki.

Málið við einum nýggjum reinsiverki er ikki komið so langt at komið er til at skula bjóða tað út.

Heilsumálaráðið, 30. mars 2023
Margit Stórá
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo