Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mánadagin 6. september kl. 14 verður nýtt talgilt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu lagt fram á Bátasavninum í Leirvík. Tað er Nám, ið hevur ritstjórnað og givið tilfarið út.

Tilfarið er ætlað 6. flokki í lærugreinunum náttura og tøkni og heimkunnleiki, men tilfarið kann væl brúkast í øðrum aldursbólkum og lærugreinum.  

Fiski- og alivinnan eru størstu vinnur í Føroyum, og hesar eru sera týðandi fyri føroyska búskapin og fyri framburð í Føroyum. Sagt hevur ofta verið, at serføroyskt tilfar um hesi evni hevur vantað, og tískil er tað hugaligt, at tilfarið er tøkt til hetta skúlaárið.

Á tiltakinum verður tilfarið lagt fram, umframt at greitt verður frá tilgongdini og samstarvinum millum partarnar. Fyrst kemur Rannvá Hansen frá Námi at greiða frá tilgongdini til verkætlanina, og hvussu Nám samstarvar við uttanhýsis partar. Síðani fer Ólavur Ellefsen frá Tøkni at hava framløgu um nýtslu av tøkni í undirvísingarhøpi, áðrenn Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fer at greiða nærri frá tilfarinum. At enda verður stuttfilmurin ‘’Pápi mín er fiskimaður’’ vístur. Stuttfilmurin er framleiddur av Marine Stewardship Council, men er føroyskaður í sambandi við hesa verkætlanina.

Tilfarið er ment í tøttum samstarvi millum Sjókovan, Tøkni og Nám. Sjókovin hevur tikið sær av innihaldsliga partinum, Tøkni av tøkniliga partinum og Nám av tí námsfrøðiliga partinum.  Stuðlað verkætlanini hava Bakkafrost, sum hevur latið fígging til at menna talgilda pallin, og Sjókovin, sum hevur skrivað tilfarið uttan at fáa samsýning afturfyri.

Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið og neyðugt er at boða frá luttøku her: www.sjokovin.fo/limaskraseting

Um Ocean Cluster Faroes
Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo