Vit síggja tað ikki á teimum ella á teirra atburði, men fleiri av okkara medborgarum eru deyvir ella tunghoyrdir og hava verið tað alt lívið ella ein stóran part av lívinum. Men hvussu er tað onki at hoyra ella at hoyra sera illa? Hvørjar eru avbjóðingarnar og hvørji eru útlitini fyri hesa líðing, sum eisini rakar flestøll við aldrinum.
Í nýggjum tema setir VP næstu vikurnar ljóskastaran á tey og teirra gerandisdag.
Far undir VP tema, tað liggur undir tíðindi í bláa breddanum undir VP navninum ella trýst her.
Har eru eisini fleiri onnur tema, sum vit áður hava gjørt. Eitt nú um eitt føroyskt barnleyst par, sum gjørdi av at brúka útlendska burðarmammu, og tær avbjóðingarnar, tað hevði við sær. Ella um menn sum eru fyri harðskapi av sínum maka. Ella les um ferðina, vit gjørdu í 2018 til afrikanska landið Ruanda, har føroyskir og danskir tannlæknar hjálptu við tannrøkt og síggj dokumentarfilmin frá ferðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



