Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

NÁM: Nýtt tema á undirvísingarportalinum Snar er um tey seytjan heimsmálini, sum Sameindu Tjóðir (ST) hava skotið upp, at allur heimurin skal taka undir við og fáa sett í verk fyri ár 2030.

Tað var í 2015 at ST fór undir átakið sum bygdi á Millenium Development Goals, sum frá árinum 2000 hevði til endamáls at beina burtur fátækadømi.

Hóast heimsmálini fyri burðardyggari menning nú eru seytjan og hava 169 undirmál, hanga málini saman. Roynt verður at skapa eina javnvág millum búskaparliga menning, sosiala menning og umhvørvisliga menning.

Eftir uppskoti frá Miðflokkinum samtykti løgtingið í 2017 at heita á landsstýrið um at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini, sum á enskum nevndist 2030 Agenda for Sustainable Development.

Fólkatingslimurin, Magni Arge, og Uttanríkis-, Vinnu- og Mentamálaráðið hava umsett tekstin um heimsmálini til føroyskt. Blaðgreinar úr Dimmalætting við heitinum Heimsins bestu tíðindi eru ætlaðar sum kveikjandi keldur til undirvísingina um burðardyggu heimsmálini. Undir hvørjum av teim seytjan heimsmálunum eru stuttir undranarspurningar. Undirvísingargongdir fyri fólkaskúla og miðnám eru eisini á temasíðuni á Snar.

- Dygdin við heimsmálunum er, at tey lýsa upp nakrar samfelagsligar blindvinklar, ið vit eiga at seta meiri fokus á, heldur Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri í Námi. Hann ger vart við, at burðardygd eigur ikki at síggjast sum eitt fagnaðarorð, men sum ein øðrvísi eygleiðingarháttur, ið gevur undirvísingini øðrvísi innlit.

Her sæst nýggja temasíðan á Snar: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo