Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Beinir, tú ert ein gentlemaður. Eg eri 62 ár og eg haldi neyvan nógv ár. So tú skalt bara gera teg kláran.

Nakað soleiðis ljóðaðu fyrstu orðini hjá nývalda fólkafloksformanninum, Christian Andreasen, sum í dag helt sína fyrstu røðu sum formaður fyri eini fullsettari høll á Miðnámi í Vestmanna, har flokkurin hevur landsfund í dag. Hann sipaði sjálvsagt til stríðsvalið um formanssessin, sum var í gjár, har Christian dróg longra stráðið ímóti mótvalevninum, tí blaðunga Beinir Johannesen úr Klaksvík.

Áhoyrarafjøldin kvitteraði við lógvabrestum.

Síðani takkaði nýggi formaðurin Jørgeni Niclassen, fráfarandi formanni, sum hann segði vera durkdrivnan í politikki, og sum hann væntar sær nógv og gott samstarv við komandi tíðina, hóast teir ikki altíð eru samdir, sum hann segði.

Christian Andreasen segði, at sitandi samgonga hevur nógv eftir at fremja, og hann segði seg dáma væl tað flokssamansetingina sum mannar Tinganes júst nú.

Hann nevndi, at almennu útreiðslurnar mugu tálmast, men ein orsøk til útreiðsluvøksturin er, at so nógvar íløgur hava ligið á láni.

- Tað er neyðugt við breiðari semjum, tá fíggjarlógararbeiðið skal gerast, og tað er neyðugt at land og kommunur semjast um ein karm, segði Christian Andreasen.

Komið var inn á orðini hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, sum framvegis útilokar alt samstarv við Fólkaflokkin, tí hann heldur, flokkarnir standa ov langt frá hvørjum øðrum í at kalla øllum málum, og hava onki at samstarva um.

- Heilt erligt, so síggi eg ikki tann stóra munin á teirra politikki og okkara í praksis. Tað er lætt at sita í andstøðu og leggja ymisk uppskot fram fyri at behaga veljarunum, sum man veit, kortini ikki verða samtykt. Eg rokni við, at tey einaferð fáa brúk fyri okkum, segði Christian Andreasen.

Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum nevndi, at vinnupolitikkurin má endurnýggjast. Tað má ásetast greitt, hvørji rættindi og hvørjar skyldur bæði tað almenna og tað privata hava. Orðini fullu í samband við at formaðurin nevndi møguleikan fyri at gera Strandfaraskip Landsins til alment partafelag. Eisini alivinnan má hava nýggjar karmar, segði hann.

Christian Andreasen kom eisini inn á avbjóðingarnar hjá SEV, og hann nevndi ferðavinnuna, sum hann heldur er ein sólskinssøga.

- Tað er gjørt eitt megnararbeiði við at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland, segði formaðurin í Fólkaflokkinum á landsfundinum.

At enda kom Christian Andreasen inn á ósemjurnar, sum í seinastuni hava sett sín dám á flokkin.

- Vit líta nú frameftir, og eg ætli at gera mítt til at vit finna stevið aftur, segði nývaldi formaðurin í Fólkaflokkinum, og heitti á fundarfólkini um at gera tað sama.

Fjølmiðarnir hava ikki atgongd til tann partin av landsfundinum sum er kjak ímillum ting- og landsstýrisfólkini og limirnar í flokkinum sum eru á landsfundinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo