Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So vóru teir aftur frammi við rívuni; donsku nasjonalistarnir, marxistarnir og politiskt korrektu globalistarnir.

Endiliga kom ein sendirøð ið verd var at hyggja eftir: "O, móðurlandið!" - vit eru annars øll tvungin at gjalda  fyri Kringvarpið, ið eg, fyri mítt viðkomandi, havi sera lítlan hug at lurta- og/ella hyggja eftir, eftirsum at tað er so daniserað, marxistiskt, globalistiskt og politiskt korrekt, at ein sum oftast helst ikki vil útseta seg fyri slíkari "propagandamaskinu".

Tó eru onkur undantøk sum t.d. Tórður á túri, og onkur "tíðindafólk" ið eru eitt lítið sindur óheftari enn bróðurparturin av hinum - men so vóru teir aftur har; Jóhan, Sjúrður og Virgar við sínum peikifingrum, tí nú vórðu teirra politiskt korrektu ideologiir prikaðar.

Vælsignaðu menn, latið nú Suna fáa frið at gera onkrar sendingar sum ikki eru í tráð við tykkara meiningar.

Vit eru eisini mong ið eru tvungin at gjalda fyri sama kringvarp, ið ikki hava somu meiningar sum tit.

Dánial Gaardlykke

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo