At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað tykist als ikki vist, at tað verður Kamala Harris, varaforseti, sum skal avloysa Joe Biden sum forsetavalevni hjá demokratunum.

Fleiri eygleiðarar hava bitið merki í, at fyrrverandi forsetin Barack Obama, sum í kvøld hevur takkað Joe Biden fyri tíðina, hann hevur tænt sum forseti, ikki nevnir nakað um, hvønn hann stuðlar sum nýtt valevni.

Tað hava nógv onnur gjørt, til dømis fyrrverandi forsetin Bill Clinton og kona hansara Hillary, sum bæði teljast ímillum tey sum hava gjørt viðmerkingar.

Sjálvur hevur Barack Obama verið sera kúrrur í seinastuni. Eygleiðarar siga, at hann hevur "arbeitt handan leiktjøldini" við at fáa Joe Biden at taka avgerðina, sum hann nú hevur tikið. Og sjálvur hevur Joe Biden sagt seg vera beiskan um júst hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo