Sambært spurnaðarkanningini hjá Fróðskaparsetrinum, ynskti stórur meirluti at føroyingum, at radarmálið skuldi leggjast fyri og samtykkjast av Føroya Løgtingi!
Hesum gekk samgongan ímóti og koyrdi málið í uttanlandsnevndina at koma við loyniligum tilráðingum til landsstýrismannin, ið síðani skuldi taka støðu.
MEN sambært næstformanninum í uttanlandsnevndini - hvørs sjónarmið viðvíkjandi málinum hava vakt stóra undran millum fólk - eigur landsstýrismaðurin ikki á nakran hátt at kenna seg bundnan av teirri/teimum tilráðing(um), ið uttanlandsnevndin skuldi komi við!
Sambært miðlunum hevur landsstýrimaðurin nú fingið eina meirluta- og tvær minniluta tilráðingar, sum hann, sum nevnt omanfyri, ikki eigur at kenna seg bundnan av!
Tí situr hann nú, Jenis av Rana, sum ein annar Vladimir Putin ella Xi Jinping, einsamallur við avgerðarvaldinum og skal gera av vegna Føroyar og allar føroyingar, hvørt radarin skal setast upp ella ikki!
Svarið verður hvørki ja ella nei, sigur hann við útvarpsmannin. Um tað er fyri at gera føroyingar, russar, amerikumenn ella danir í ørviti, veit eingin.
Men radarin kemur, sigur hann so! Men tað kemur at hava stórar broytingar við sær í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, leggur hann aftrat! Gud viti, hvørjat tær broytingarnar verða!
Og vit sum júst taka undir við Nato-radaranum, tí vit á tann hátt kunnu verja demokratiska vesturheimin ímóti ódemokratisku og totaliteru londunum eystanfyri?!
Vit mugu spyrja: ”Kann nakað verða meira ódemokratist og totalitert enn henda framferðin, vit júst eru vitni til herheima?”
Vit mugu bara vóna, at hann Jenis - ið nú hevur alt valdið - vegna okkum øll krevur, at landsstýrið fær ræðisrættin yvir NATO-radaranum, og at tað - á sama hátt sum í Íslandi - verða føroyingar, og ikki útlendsk herfólk, ið koma at reka hann!
Svend Aage Ellefsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo