Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjálvt um tað stendur, at eitt økisnavn verður endurnýggjað av sær sjálvum, so kann ein ikki líta á tað.

Tað mátti VP sannað, tá portalurin var burtur náttina ímillum sunnudag og mánadag nú í vikuni. Og tað hóast økisnavnið vp.fo stóð til at verða endurnýggjað sjálvvirkandi inni á yvirlitinum hjá økisnavn.fo.

Síðan var burtur í einar 12 tímar, til vit á vp.fo fingu avgreitt gjaldið manuelt - við sama korti sum frammanundan stendur til at verða brúkt til endamálið í skipanini.

Eftir hendingina er hesin teksturin komin at liggja undir tíðindi inni á økisnavn.fo.

"Hjá summum brúkarum riggar sjálvvirkandi endurnýggjanin ikki, og økisnavnið verður tí ikki endurnýggjað sjálvvirkandi. Hetta kann vera tí at brúkarin hevur fingið nýtt gjaldskort ella tí at gjaldið av onkrari orsøk verður avvíst.

Skipanin hjá okkum ger vart við hetta við at senda t-post um at økisnavnið skal endurnýggjast – eisini um sjálvvirkandi endurnýggjanin er tendrað. Tí vilja vit heita brúkarar á at endurnýggja økisnøvnini, um tit fáa slíkar áminningar."

Um tit eru í iva, eru tit altíð vælkomin at ringja til Økisnavn gerandisdagar millum 10-14 á tlf 898900."

Her á VP fingu vit eisini ein teldupost, júst so sum skrivið omanfyri sigur, sum altso skuldi vera ein ávaring um, at síðan var um at blíva stongd. Men av tí at ongir føroyskir bókstavir vórðu vístir í skrivinum, var tað trupult at lesa. Til dømis var orðið "óvirkjað" blivið til virkja. Ein teldupostur frá okkum til fo umsitingina sunnukvøldið, har spurt var um sjálvvirkandi skipanin ikki virkar, er ikki svaraður.

Les eisini: VP verið burtur í nátt av breki hjá nic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo