Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað ringasta ein nýggj donsk stjórn kann finna uppá at gera, er at veita ófíggjaðar skattalættar í báðum endum á lønarstiganum, sum fleiri av teimum uppstillaðu hava brúkt sum valagn undir valstríðnum. Tí tað kann vera sera oyðileggjandi fyri búskapin.

- Vit eru ávegis inn í eina búskaparkreppu, og hana noyðast vit at koma ígjøgnum. Tað snýr seg um at standa ímóti freistingini og ikki traðka á speedaran sigur Niels Rønholt, sum er leiðandi búskaparfrøðingur í Jyske Bank. Hann leggur afturat, at eisini almenna forbrúkið og íløgurnar mugu ikki vaksa.

- Vit mugu góðtaka, at vit skulu ígjøgnum kreppuna, sigur hann og vísir á, at vit annars kunnu enda í eini støðu við bæði vaksandi prísum og minking í búskapinum við stórum arbeiðsloysi samstundis, sonevndari stagflatión.

Aðrir búskaparfrøðingar, sum finans.dk hevur tosað við, vísa til tað sum hendi í Bretlandi, tá nýggi forsætisráðharrin Liz Truss legði fram eina ætlan sum hevði við sær stórar økingar í almennu útreiðslunum og stórar skattalættar, og fíggjarmarknaðirnir og tjóðbankin at kalla settu hana uppá pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo