Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Eftir at tveir amerikanskir kavbátar við stuttum millumbili vitjaðu í Nólsoyarfirði í mai mánaði, spurdi Sjúrður Skaale danska verjumálaráðharran um ørindini hjá kavbátunum. Og um tað fyrr er komið fyri, at kavbátar síggjast kring Føroyar.

Fólkatingsmaðurin hevur nú fingið svar frá verjumálaráðharranum. Í svarinum sigur verjumálaráðharrin, at tað síðani 2012  – burtursæð frá í ár – bert er komið fyri eina ferð áður, at ein útlendskur kavbátur boðar frá vitjan í Føroyum. Tað var tá ein týskur kavbátur kom til Føroya í 2017. Ráðharrin sigur seg ikki vita um fleiri fráboðanir um kavbátar í føroyskum øki, eins og tað hava verið í Grønlandi seinastu áratíggjuni.

Av svarinum framgongur tó eisini, at danska sjóverjan ikki hevur serliga góðar møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar.

Svarið frá verjumálaráðharranum kann lesast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo