At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skúlablaðið: Áðrenn tillagingin, sum landsstýrismaðurin gjørdi tíðliga í skeiðnum hjá hesi samgonguni, var gjørd, fekk flokslærarin í fyrsta, øðrum og triðja flokki ávikavist fýra, tríggjar og tríggjar tímar fyri hvønn næming. Tillagingin hevur við sær, at flokslærarin í fyrsta flokki nú fær fimm tímar og flokslærarin í øðrum og triðja fýra tímar. Hetta er tó eitt sindur frá tí, sum arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini, mælir til. Tilmælið er seks tímar til hvønn næming í grunddeildini, fimm tímar til hvønn næming í miðdeildini og fýra tímar til hvønn næming í hádeildini.

- Økta játtanin er ein bati, men eg eri væl greiður yvir, at tað er eitt sindur eftir, til vit koma á mál, í øllum førum til tað, sum arbeiðsbólkurin mælir til. Tað botnar sjálvsagt í fígging, men eg ætli mær at stríðast fyri at røkka málinum, sum arbeiðsbólkurin mælir til, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður.

Arbeitt verður við nógvum stórum málum og spurningum í senn. Ymsir verkætlanarbólkar, ið eru mannaðir við fólki úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum umframt stovnum undir ráðnum, eru settir at arbeiða miðvíst og skjótt at greiða spurningar og gera tilmæli. Fyrr enn málini, eitt nú viðvíkjandi floksstøddini og styttri skúladegi, eru avgreidd, ber ikki til nágreiniliga at siga, nær flokslærarin í miðdeildini og hádeildini fær meiri tímar til sína uppgávu, ella til flokslærarin í øllum deildum fær tímarnar, sum mælt verður til, sigur landsstýrismaðurin.

- Øll málini viðvíkjandi fólkaskúlanum, sum arbeitt verður við í løtuni, hanga onkursvegna saman, og av tí at tað er so nógv, sum so at siga verður broytt í senn, eru nógvar óvissur, og tí er ringt at siga nakað ítøkiligt. Hugsandi er, at tá ið vit hava gjørt av, hvussu langur skúladagurin fer at verða, fer fíggjarorka at verða leysgivin, sum kann verða brúkt aðrastaðni, eitt nú til at raðfesta flokslæraran. Fólkaskúlin hevur leingi verið afturúrsigldur, tá ið talan er um framskrivingar; eykajáttanin til fólkaskúlan leggur eitt sindur upp fyri hesum. Eg fari at arbeiða hart fyri at fáa størri fíggjarorku til fólkaskúlan, og tað krevur, at mann alla tíðina grundgevur væl og virðiliga fyri teimum átøkum og batum, sum skulu gerast.

Sambært tilmælinum, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur arbeitt við at gera broytingar í fólkaskúlalógini, er komin til, so verður sparingin av at stytta skúladagin 16 milliónir krónur. Sambært sama arbeiðsbólki fer tað at kosta 3,4 milliónir krónur, um flokslærarin í øllum deildum fólkaskúlans verður raðfestur hægri til tilmælta tímatal.

Les alla samrøðuna, sum er í Skúlablað nr 3, 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo