Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hoyringssvar hjá Havbúnaðarfelagnum - Ummæli av uppskoti um at broyta lógina um loyvisgjald á alivinnu.

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið um broytt tøkugjald á alivinnuna. Vísandi til sera stuttu hoyringsfreistina, er møguligt at fleiri viðmerkingar koma eftirfylgjandi.

Høvuðsboðskapir:
Dagførdur framleiðslukostnaður má nýtast

Tá loyvisgjaldið verður roknað við støði í einum framleiðslukostnaði, sum er 2 ára gamal, meðan søluprísurin í inniverandi ári verður brúktur, kemur vinnan at gjalda ov nógv í mun til tað, sum ætlanin við uppskotinum er - serliga tá framleiðslukostnaðurin veksur so skjótt sum hann hevur gjørt seinastu tíðina. Tað er alneyðugt at ein slík skipan verður grundað á meira dagførd tøl.

Føroysk alivinna er heimsleiðandi – ov høgt tøkugjald hóttir hesa støðuna
Føroyska alivinnan hevur lagt seg á odda í heimsins alivinnu. At fasthalda hesa føringina og framhaldandi vaksa og mennast, krevur enn størri íløgur enn áður. Um tøkugjaldið hækkar nógv, er vandi fyri at grundarlagið verður tikið undan kappingaføri og møguleikum fyri framhaldandi vøkstri.

Veruliga tøkugjaldið kann blíva væl hægri enn væntað
Veruliga tøkugjaldið í krónum og oyrum kann blíva væl hægri enn uppskotið leggur upp til. Framskrivingarnar í uppskotinum byggja á langtíðar FishPool forwardprísin, sum seinastu tvey árini hevur víst seg at vera undir veruliga marknaðarprísin í miðal. Sostatt kann samlaða tøkugjaldið blíva munandi hægri enn tað sum Vinnumálaráðið hevur roknað.

Tøkugjaldsstigin hevur stóra óvissu við sær
Tøkugjaldsstigin hevur stóra óvissu við sær tí tøkugjaldsstigin hækkar í stigum, har øll tøkan verður skattað fult við stigvíst hækkandi skattaprosentum. Tað hevur við sær, at tað kann vera heilt stórur munur á tøkugjaldinum við heilt lítlari broyting í marknaðarprísinum. Hetta merkir, at óvissan hjá bæði alivinnuni og landinum økist og samstundir at vinnan kann fáa minni burturúr um prísurin hækkar beint uppum næsta stig á stiganum. Ein linjurøtt útrokning hevði minkað nógv um óvissuna.

Grundarlagið verður tikið undan meirvirkaðum laksavørum
Nýggja uppskotið um tøkugjald tekur grundarlagið undan framleiðslu av virkaðum vørum í Føroyum. Hendan er skipað við langtíðarsáttmálum og góðsking av laksavørum í Føroyum, og skapar nógv arbeiðspláss og virðir í landinum. Tískil eigur tøkugjaldið fyri góðskaðar vørur, ið verða seldar á langtíðar sáttmálum, at verða viðgjørt øðrvísi enn gjaldið fyri heilan laks á spotmarknaðinum.

Breið politisk semja er ein fortreyt
Skatta- og avgjaldsskipanin kring alivinnuna eigur at verða grundað á eina breiða politiska semju, so tað ber til at leggja íløguætlanir á einum nøkulunda tryggum grundarlagi. Skatta- og avgjaldsskipanin eigur at tryggja, at íløgur, sum loysa seg áðrenn skatt og avgjøld, eisini loysa seg aftaná skatt og avgjøld.

Lógaruppskotið pressað ígjøgnum
Tíðarætlanin fyri hetta lógaruppskotið er ov pressað, og gildiskoman eigur at verða útsett til 1. januar so alifeløgini fáa betri umstøður at tillaga seg til broyttu fortreytirnar (langtíðarsáttmalar v.m.)

Tøkugjaldið eigur at verða grundað á eina skattliga skipan
Størsti fyrimunurin við einari skattligari skipan er, at hon tekur hædd fyri, at ymiskir firðir og ymisk alitøkni hevur ymiskan framleiðslukostnað við sær. Við at taka støði í skattliga úrslitinum, verður skattaskipanin ikki forðandi fyri nýskapan, og harvið ikki til hindurs fyri at fremja tær íløgur sum skulu gerast, um føroyska alivinnan áhaldandi skal mennast og hava møguleikar fyri burðardyggari framleiðslu og vøkstri. Harumframt hevði ein neutral skattlig skipan ikki ávirkað avgerðina um at meirvirka og gera langtíðaravtalur um laksavørur.

Almennar viðmerkingar:
Ov høgt tøkugjald ávirkar møguleikarnar at gera íløgur

Tað er umráðandi at vísa á, at vøksturin í alivinnuni seinastu árini fyrst og fremst stavar frá, at virksemið á landi er økt munandi við útbyggingum av smoltstøðunum, størri smolti og harvið styttri tíð á sjónum. Hetta hevði ikki verið møguligt uttan ovurhonds stóru íløgurnar, sum alivinnan hevur gjørt seinastu árini, og sum eru neyðugar at halda á fram við, fyri at tryggja kappingarførið og grundarlagið undir føroyskari aling.

Alivinnan er sera kapitaltung vinna, og tað eru júst íløgurnar seinastu árini, sum hava verið avgerandi fyri stóru framgongdina í føroyskari alivinnu.

Við uppskotnu broytingunum kemur alivinnan at gjalda tað sum á leið svarar til dupultan ella trífaldaðan partafelagsskatt (partafelagsskatt + loyvisgjald), umframt vinningsbýtisskat. Tað er framvegis so, at tá søluprísurin nærkast framleiðslukostnaðinum, kemur alivinnan at gjalda meir enn 100% av úrslitinum.

Økta loyvisgjaldið tekur grundarlagið undan fleiri av íløgunum sum eru gjørdar seinnu árini, og forðar fyri fleiri av teimum íløgum sum longu er fráboðaðar komandi árini. Øll feløgini í føroysku alivinnuni noyðast, um hetta broytingaruppskotið verður veruleiki, at endurskoða íløguætlanirnar. Ætlaðu íløgurnar skulu ikki einans skapa møguleikar fyri vøkstri, men eisini tryggja grundarlagið undir framhaldandi aling í Føroyum, burðardygga framleiðslu og minka um váðan fyri bakkøstum í vinnuni.

Veruliga tøkugjaldið í krónum kann blíva væl hægri enn væntað í uppskotinum. Hetta er tí at framskrivingarnar eru bygdar á langtíðar FishPool forwardprísin, sum seinastu tvey árini hevur verið væl lægri enn tað veruligu prísurin bleiv. Langtíðar FishPool forwardprísurin er tí ikki egnaður at nýta sum grundarlag fyri rættvísandi framskriving av tøkugjaldinum. Sostatt kann avleiðingin verða at eitt munandi hægri tøkugjald verður í 2024, enn tær 364 milliónir, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur roknað seg fram til.

Versnandi kappingarføri
Við lógaruppskotinum økist samlaði kostprísurin at ala laks í Føroyum. Hetta kann við tíðini føra til, at føroyska alivinnan tapir í kappingini við útheimin. Tað hevur tikið drúgva tíð at byggja góðu kappingarstøðuna, sum føroyska alivinnan hevur, men uttan áhaldandi íløgur og nýskapan í vinnuni er stórur vandi fyri at menningin av føroyskari alivinnu fer at dragna í mun til kappingarneytarnar.

Umeið 3/4 av íløgunum millum 2015 og 2022 eru gjørdar í smoltstøðir, virkir og annað virksemi á landi uttanfyri alifirðirnar. Hervið hevur føroyska alivinnan lagt seg á odda í heiminum, til dømis tá tað kemur til at ala stór smolt á landi. Tílíkar íløgur kunnu tó lættliga endurgerast av kappinganeytum uttanlands, og tískil er alneyðugt at varðveita íløguhugin í Føroyum, um føroyska alivinnan skal varveita sína førandi støðu.

Føroyska alivinnan er eisini í stórari kapping við nýggjar og nýskapandi alihættir sum við stórum íløgum kann vaksa munandi um samlaðu laksaframleiðsluna í heiminum komandi árini. Hetta verður gjørt í londum har aðrir framleiðslukostnaðir eru lægri enn í Føroyum. Hóast prísurin á laksi heldur sær, kemur føroyska alivinnan við hesum uppskotinum sannlíkt at hava ein samlaðan framleiðslukostnað, sum er hægri enn til dømis aling á landi nærri marknaðinum. Henda landaling fer í stóran mun at fara fram í londum, sum liggja nærri marknaðunum enn Føroyar gera, og tí eisini hava ein lægri flutningskostnað og betri tollviðurskifti.

Vøkstur í alivinnuni skapar ringvirkningar kring landið
Føroyska alivinnan hevur seinastu árini økt um framleiðsluna og skapt nógv nýggj størv kring alt landið - bæði í alivinnuni sjálvari og hjá undirveitarum. Um kappingarførið hjá føroysku alivinnuni versnar og ov stór gjøld verða løgd á vinnuna, kemst ikki undan, at íløgur verða útsettar, steðgaðar ella gjørdar uttanlands ístaðin. Hetta kemur at hava negativa ávirkan á undirveitarar og annað avleitt virksemi kring alt landið. Nevnast kann í hesum sambandi, at føroyska alivinnan keypti vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri tilsamans 2,2 mia. kr í 2021.

Óstøðugir karmar
Skipanin við loyvisgjøldum er, síðani hon kom í gildi, broytt fleiri ferðir við sera stuttum skotbrái og við sera avmarkaðari viðgerð. Havbúnaðarfelagið hevur fyrr víst á, at tað ikki er í lagi at gera slíkar týðandi broytingar í kørmunum hjá alivinnuni í skundi. Alivinnan leggur íløguætlanir sum strekkja yvir fleiri ár, og verða hesar avgerðir tí tiknar á skeivum grundarlagi. Havbúnaðarfelagið mælir tí til, at útseta gildiskomuna til 1. januar 2024 so feløgini fáa møguleika til at tillaga virksemið til broyttu fortreytirnar. Eitt nú eru sáttmálar gjørdir um sølu av virkaðum vørum fyri alt árið 2023, og í hesum sáttmálum er hædd ikki tikin fyri stórum broytingum í tøkugjaldinum.

Havbúnaðarfelagið heldur, at tað eigur at verða gjørd ein breið semja millum politisku flokkarnar um skatta- og avgjaldsskipanina fyri alivinnna, so man kennir fortreytirnar í eina rúma tíð framyvir, tá íløguætlanir skulu gerast. Íløguætlanirnar hjá alifeløgunum strekkja seg yvir fleiri politisk valskeið, og um fortreytirnar verða broyttar ov ofta, má man leggja upp fyri hesum møguleika, tá íløgur verða gjørdar og innrokna eina eyka váðapremiu. Hetta minkar um sannlíkindini fyri, at annars skilagóðar íløgur verða gjørdar í Føroyum.

Altjóða marknaðarprísur og sáttmálabundin søla av merivirkaðum vørum Havbúnaðarfelagið vil vísa á, at tað tað er skeivt einans at nýta FishPool Index sum grundarlag fyri laksaprísinum. Í dag verða umleið 40 – 50% av øllum laksi seld við føstum sáttmálum. Tí er skeivt at síggja burtur frá helvtini av marknaðinum. Avleiðingin kann verða, at høga tøkugjaldið tekur grundarlagið burtur at gera sáttmálar upp á liðugvørur, sum eru virðisskapandi fyri føroyska samfelagið. Tí eigur tøkugjaldið fyri sáttmálabundnan meirvirkaðan laks at vera ásett øðrvísi enn fyri laks, sum verður seldur óvirkaður á spottmarknaðinum.

Um tøkugjaldið verður sett ov høgt, tekur hetta grundarlagið undan at gera langtíðar sáttmálar upp á meirvirkaðar vørur. Hetta vil tískil eggja vinnuni til at selja laksin óvirknan av landinum. Hetta er í mótsøgn til tað, sum nýggja samgongan sigur seg vilja í samgonguskjalinum - at eggja vinnuni til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið her í Føroyum.

Framleiðslukostnaður
Tess hægri loyvisgjaldið verður, tess meira umráðandi er tað, at skipanin er rætt skrúvað saman, og at hon hvílur á dagførd tøl. Í løtuni hækkar framleiðslukostnaðurin í stórum, serliga orsakað av stórum íløgum, hækkingum í fóðurkostnaðinum og nýggjari útgerð. Økt framleiðsla krevur munandi størri íløgur, bæði á landi og sjógvi. Havbúnaðarfelagið metur tí, at framleiðslukostnaðurin skal grundast á røtt tøl fyri framleiðslukostnaðin. Hetta kann gerast við at nýta seinasta kvartalsroknskap hja feløgunum, sostatt kundi gjaldið verið eftirregulerað hvønn ársfjórðing.

Tøkugjaldsstigin
Tað eru óhepnar avleiðingar við at hava ein tøkugjaldsstiga, sum uppskotið leggur upp. Við hesum stigvíst hækkandi prosentsatsum sum lagt verður upp til, kann ein hækking í marginunum millum framleiðslukostnað og søluprís geva minni vinning til felagið, um ein øktur vinningur áðrenn tøkugjald rakar eitt hægri trin á stiganum, og sostatt eisini hægri tøkugjald. Sostatt økist óvissan hjá bæði alivinnu og hjá landinum.

Hetta kann ikki vera ætlanin og eigur at verða rættað. Ein linjurøtt útrokning, sum er flatari at byrja við, og er meira krøpp, tá vinningurin er stórur, hevði verið ein betri háttur at ásett gjaldið eftir, og hevði minkað um óvissuna fyri vinnuna og fyri landið. Tað er tó umráðandi at samlaða tøkugjaldið ikki verður hægri sum avleiðing av at gera slíka broyting.

Avleiðingarnar av uppskotinum:
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður fleiri ferðir nevnt tann týdning alivinnan hevur, sum ein av høvuðssúlunum undir føroyska búskapinum, men samstundis verður farið lætt um tær stóru avleiðingar uppskotið hevur á vinnuna, kappingarstøðuna, framtíðar íløgumøguleikar og ikki minst avleiðingar fyri aðrar vinnur og økir í landinum. Fer landið at taka stórar upphæddir inn frá alivinnuni nú, fara avleiðingarnir eisini at merkjast sum ringvirkningar úti í øllum føroyska samfelagnum.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður mett, at uppskotið ongar avleiðingar fær fyri íløguhugin í alivinnuni. Hetta er skeiv uppfatan og eigur at verða broytt í viðmerkingunum.

Aðrar viðmerkingar:
Loyvisgjaldið

Sum Havbúnaðarfelagið fyrr hevur víst á, heldur felagið framvegis, at loyvisgjøldini eiga at taka støði í skattliga úrslitinum. Hetta tryggjar, at feløgini í vinnuni ikki skulu gjalda loyvisgjald um søluprísurin fellur niðurum framleiðslukostnaðin. Størsti fyrimunurin við einari skattligari skipan er tó, at hon tkeur hædd fyri, at ymiskir firðir og ymisk alitøknið hevur ymiskan framleiðslukostnað við sær. Við at taka støði í skattliga úrslitinum, verður skattaskipanin ikki forðandi fyri nýskapan, og harvið ikki til hindurs fyri at fremja tær íløgur sum skulu gerast, um føroyska alivinnan áhaldandi skal mennast og hava møguleikar fyri burðardyggari framleiðslu og vøkstri.

Íløgur sum loysa seg áðrenn skatt og avgjøld, eiga eisini loysa seg eftir skatt og avgjøld. Harumframt heldur Havbúnaðarfelagið, at einki loyvisgjald eigur at vera goldið, tá undirskot er av framleiðsluni (áðrenn skatt og tøkugjald). Tí heldur Havbúnaðarfelagið, at loyvisgjaldið eigur at vera 0%, tá altjóða marknaðarprísurin er undir framleiðslukostnaðinum. Havbúnaðarfelagið heldur hartil, at alivinnan skal hava møguleika at hava eitt ávíst yvirskot, áðrenn feløgini í vinnugreinini skulu gjalda fleiri prosent í tøkugjaldi. Tí verður mælt til, at loyvisgjaldið á 2,5% upp til framleiðslukostnað + 5 kr, verður broytt til 0,5%, so ov nógv ikki verður tikið frá vinnuni um prísurin á laksi fellur.

Avtaka serskipanir
Havbúnaðarfelagið vil hartil vísa á, at stóru gjøldini sum alivinnan rindar, ikki eiga at verða nýtt til avlagandi stuðulsskipanum ella øðrum serskipanum. Tað hevur stóran týdning, at allar vinnur og starvsfólk vera javnsett. Serskipanir sum avlaga kappingina eiga at verða strikaðar.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður ikki nevnt at penganir frá loyvisgjaldinum skulu í búskapargrunn, sum Havbúnaðarfelagið annars hevur skilt at ætlanin er. Fer tøkugjaldið í ein búskapargrunn heldur enn beinleiðis á fíggjarlógina, minkar vandin fyri ófyrireikaðum og knappligum broytingum eisini munandi. Havbúnaðarfelagið heldur, at tað eigur ikki at vera stuttskygdaði tørvurin í samband við eina fíggjarlóg sum avger, hvat alivinnan rindar í loyvisgjaldi, og mælt verður til, at í viðmerkingunum verður nevnt, at inntøkurnar frá loyvisgjaldinum fara í búskapargrunnin.

Gransking
Í uppskotinum er ikki ásett hvussu stór upphædd verður sett av til gransking til frama fyri aling í Føroyum. Hetta metir Havbúnaðarfelagið vera óheppið – tað skuldi verið greitt í lógaruppskotinum, hvussu stórur partur av loyvisgjaldinum fer til aligransking.

Vegna nevndina í
Havbúnaðarfelagnum
Øssur M. Dalbúð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo