Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Í sambandi við ABC vikuna frá 3. – 9. oktober bjóðar ÍSF aftur í ár til opið hús hjá ítróttafeløgum kring landið.

Fleiri enn 20 ítróttafeløg kring landið bjóða inn til tiltøk og venjingar, og vónin er at vit fáa nógvar nýggjar gestir, soleiðis at enn fleiri føroyingar fáa gleðina av at vera virkin saman í einum felagsskapi.

Ígjøgnum ABC vikuna vitjar okkara kæri Piddi so nógv av ítróttatiltøkunum sum gjørligt og bjóðar øllum gestunum nýggj endurskin til myrku tíðina við boðskapinum: “Øll skulu kenna seg sædd”.

Við hesum ynskja vit at varpa ljós á, at øll – íðkarar, venjarar, sjálvboðin og áskoðarar – øll skulu kenna seg sædd og mennast í ítróttafelagsskapinum.

ÍSF hevur fyrr í ár almannakunngjørt eina ætlan fyri næstu fýra árini, og undir heitinum “Í felag fram ímóti felags málum” er eitt av høvuðsmálunum at vaksa um ítróttahópin og leingja um áramálið, ið fólk eru virkin. Øll skulu við, og í 2026 vóna vit, at 70% av fjøldini eru virkin í einum ítróttafelagsskapi.

Tak skránna við tiltøkunum hjá ÍSF niður her

Tak alla skránna fyri ABC vikuna niður her

Skráin hjá ÍSF á enskum:
Skráin á enskum kann takast niður her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo