Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Vit høvdu okkara bestu telvarar við í India, men teir komu ongantíð rættiliga á lagið. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Vit høvdu okkara bestu telvarar við í India, men teir komu ongantíð rættiliga á lagið. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Vit høvdu okkara bestu telvarar við í India, men teir komu ongantíð rættiliga á lagið. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Talvsamband Føroya: Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India. Tað hevur líkasum ligið á ljóði hesar dagarnar, eftir at kappingin endaði fyri knappari viku síðani, og niðurstøðan fær vælsaktans valla verið øðrvísi.

Sjáldan hava vónirnar verið so góðar sum hesaferð, sjáldan hava vit havt so gott lið sum hesaferð - miðalstyrkitalið táttaði í 2400. Av tí sama vóru Føroyar styrkismettar nummar 60 av 188 liðum. Tað er í sjálvum sær stórbært, og nakað at fegnast um hjá okkum føroyingum, sum eru so fámentir sammett við flest øll hini stóru londini.

Nú liðugt er, munnu mong undrast - og harmast. Vit enda næstan 50 pláss skeivumegin styrkismetingina, og allir fimm á føroyska liðnum ganga aftur í rating - hjá summum er talan um skrædl.

Hvat bagir? Var hetta bara tað, sum henda kann viðhvørt, tá byrurin ikki er til vildar? Øll, sum fáast við kappingarítrótt, vita, at tað gongst ikki altíð eftir vild. Vit kenna klisjurnar úr fótbóltsmáli um, at tú rakar ikki dagin, ella okkurt líknandi.

Norðmenn kunnu við uppaftur størri rætti enn vit iðra seg, tí norska landsliðið, ið var styrkismett nummar 3 hesaferð - við heimsmeistaranum Magnusi Carslen sum oddamanni - endaði nummar 40. Mongum brestur ætlan, sum kunnugt, og hesaferð vóru vit í tí partinum.

Skal ein leyslig eftirmeting gerast, kann fyrst hyggjast eitt sindur nærri at teimum ellivu dystunum hjá føroyska landsliðnum í Chennai. Talið í klombrum er styrkismetingin hjá mótstøðuliðunum. Føroyar vórðu sum nevnt styrkismettar nummar 60.

Føroyar - OL 2022
Føroyar - San Marino 4-0 (154)

Føroyar - Usbekistan 0-4 (14)

Føroyar - Puerto Rico 3-1 (111)

Føroyar - Kroatia ½-3½ (17)

Føroyar - Libanon 2-2 (95)

Føroyar - Wales 3-1 (96)

Føroyar - Argentina 1-3 (30)

Føroyar - Zimbabwe 1½-2½ (94)

Føroyar - Oman 2-2 (146)

Føroyar - Malta 3½-½ (116)

Føroyar - Uganda 1-3 (90)

Fyrst er at siga, at sjey av teimum ellivu dystunum eru góðkendir. Vit vinna fýra dystir, og vinna teir væl og virðiliga; 4-0, 3½-½, og tvær ferðir 3-1, móti Puerto Rico og Wales, sum vit ikki hava havt bestu royndirnar av á undanfarnum olympiadum. So far, so good.

Men vit vinna einki lið, sum er styrkismett ovari enn vit, og vit møta bara trimum liðum, sum eru styrkismett ovari enn vit. At krevja meira enn hálvt stig og eitt stig móti ávikavist Kroatia og Argentina er órímiligt, tí talan er um heilt stinnar talvtjóðir.

Tað sum spillir heildaravrikið eru hesir fýra dystirnir:

Føroyar - Libanon 2-2 (95)

Føroyar - Zimbabwe 1½-2½ (94)

Føroyar - Oman 2-2 (146)

Føroyar - Uganda 1-3 (90)

Í hesum fýra dystunum hava føroysku telvararnir á øllum borðum hægri styrkitøl - í fleiri førum munandi hægri - enn mótstøðumenninir. At tað mishepnast í einum dysti, kann henda fyri bestu manningina, men ikki fýra ferðir móti veikari liði.

Mótburður
Gongur tú ígjøgnum talvini hjá okkara monnum, fært tú varhugan av, at leikdygdin versnar sum tað líður út á kappingina. Vit síggja eisini, at tríggir av lakastu dystunum eru allir í seinastu fýra umførunum. Tað kann vera av tilvild, men kanska ikki kortini - hvat so býr undir. Møði, uppgávulyndi, mistrivnaður, heimlongsul, fallandi liðmoralur?

Sjálvt endaliga úrslitið hjá liðnum, um vit enda nummar 80 ella 105, er ikki so avgerandi, og sigur lítið um heildaravrikið, tí nógv valdast, hvussu tað hilnast í síðsta dystinum, men verri er, at okkara lið kom í veruleikanum ikki úr stað, tað losnaði ongantíð av álvara. Vit tøvdu í turrum onkustaðni um miðjuna og aftureftir í røðini, fingu ongantíð tvey góð úrslit á rað, sum sendu okkum á flog.

Vit kunnu skylda uppá, at mótstøðumenninir hava ov lág ratingtøl, at teir eru nógv sterkari, enn tølini benda á. Tað er helst ein partur av sannleikanum. So kann afturímóti vera spurt, um okkara styrkitøl eru ov høg. Eru vit ikki so sterkir, sum vit billa okkum inn?

Spurningurin er onkursvegna høpisleysur, tí ratingtøl koma ikki av ongum. Tú telvar teg til tey. Men tú kanst eisini bøla oman á teimum. Okkara fremstu telvarar hava ikki telvað stórvegis uttanlands hesi seinnu árini uttan kanska við landsliðnum. Korona hevur gaman í lagt øllum meinbogar í vegin, men hvussu nógvar einstaklingskappingar í útlondum hava Helgi, Høgni og Rógvi - okkara topp 3 - luttikið í seinastu fimm árini? Og er tað tekin um, at svongdin og hugurin at telva hjá okkara fremstu telvarum er ikki longur tann, hann einaferð var?

Mál og mið
Vit telva helst rætt og slætt ov lítið. Venjingarstøðan fær tí ikki verið hin besta. Heimaarbeiðið - at studera - verður kanska umlopið. Tað er stuttligari og ómakaleysari at taka eitt snartalv á netinum. Munnu flestu telvarar í Føroyum - við onkrum hendinga undantaki - ikki kenna seg aftur í hesum? Eisini okkara bestu? Í talvi krevst sjálvsdisciplin. Tú ert einsamallur um tað.

Gutti Petersen - vit kunnu næstan siga faðirin at talvvekingini í Sandavági - eitt skifti eisini formaður í Talvsambandi Føroyar, fekk einaferð øll at flenna í røðu, hann helt í samkomu á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, tá Talvsambandið fylti 30. Hann segði seg einaferð hava spurt norðurlendskan talvleiðara, kanska var tað ein formaður í norska talvsambandinum, um hvat hann helt kravdist hjá telvara fyri at gerast heilt sterkur. Svarið var: mest avgjørende er at ha en god røv! Hvør skal siga: ver sitandi, ver tolin og áhaldin, - telva nógv, og studera meir!

Eingin venjari ella viðspælari krevur, at tú røkir talvlesturin heima við hús, ella tíansheldur er við í hesari ella hasari kappingini. Og eingin lønar teg fyri tað. Talv er einstaklingsítróttur, og fáir telvarar hava veruligar venjarar. Helgi gjørdist stórmeistari uttan nakra hjálp frá nøkrum. Og úr Føroyum er langur vegur til tær góðu kappingarnar. Sterkur vilji og góð disciplin er ein fyritreyt fyri øllum. Og so eitt talent sjálvandi. Og eitt sindur av peningi.

Stórmeistari verður tú ikki uttan at seta nógv annað til síðis í drúgt áramál. Tað gjørdi Helgi. Hann er okkara lýsandi fyrimynd. Sum dømi um hansara seriøsu tilgongd kann verða víst til eitt viðtali, sum Dimmalætting hevði við hann á sumri 2007, tá ið hann sum 17 ára gamal var vorðin altjóða meistari. Hann sigur tá, at umráðandi er at vera væl fyri bæði til likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. - Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum sunt er. Tað er lykilin til at orka at telva og studera fleiri tímar um dagin, sigur hann.

Okkara fremstu hava helst ikki longur tær stóru ambisjónirnar sum telvarar. Helgi telvar nógv minni nú enn fyrr. Kanska hevur hann rokkið sínum máli. Ætlanin um at vinna seg upp í 2600 í rating, ið hann sjálvur sum nýklaktur stórmeistari í 2017 nevndi sum eitt framtíðarmál, er kanska slept? Var sjálvt stórmeistaraheitið endaligi sigurin?

Brøðurnir Høgni og Rógvi, sum hava verið okkara næstbestu í fleiri ár, hava helst ongantíð ætlað at gera Helga bragdið eftir. Teir eru ivaleyst aðrar týpur. Hjá teimum er tað kanska soleiðis, at talv skal vera stuttleiki heldur enn hart arbeiði. Teimum dáma kanska betur tað sosiala í liðítrótti, tá fleiri eru um uppgávuna saman. Báðir hava spælt fótbólt á hægri stigi í Føroyum í fleiri ár, og telva so, tá stundir eru til tess - mest í vetrarmánunum. Tí er hvørgin teirra vorðin altjóða meistari, tó at teir av røttum langt síðan áttu at havt tryggjað sær IM-heitið, tí gávurnar eiga teir til at útinna setningin.

Og soleiðis er kanska vorðið hjá flest øllum av okkara fremstu telvarum. Talentfullir, glaðir amatørar. Er hetta bara ein partur av DNA-num hjá føroyskum telvarum? Fleirfaldi føroyameistarin Heini Olsen, sáli, ið sjálvur gekk ímóti hesum ráki, og longu sum ungur var víðfarin í talvlestri, var bæði ovfarin og vónbrotin, tá ið hann viðhvørt fekk at vita frá øðrum føroyskum telvarum, at: hevði tú ikki studerað so óluksáliga nógv, vart tú ikki betri enn vit aðrir!

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol tykist vera eitt undantak. Hann hevur í nøkur ár verið hin ídnasti av okkara yngstu telvarum. Hann hevur sjálvur í blaðviðtali herfyri greitt frá, at hann stundum hevur sitið upp í fimm tímar um dagin og fyrireika seg til olympiaduna.

Ungdómurin og feløgini
Men hvar eru hinir? Hví eru ikki fleiri ungir telvarar á veg fram? Og hví eru forrestin ongar gentur, sum telva í Føroyum?

Roknar tú miðalaldurin á føroyska topp 30-styrkilistanum út, kann hvør í sínum lagi staðfesta, at vit hava lutfalsliga alt ov fáar góðar telvarar í 20-árunum. Sama gongd sæst millum tey yngstu. Vit gera færri skreytir nú enn fyrr í norðurlendsku skúlakappingunum. Er onkur ungur, ið tað veruliga glógvar í, kemur ofta fyri, at talv verður sekundert hjá viðkomandi, tí kanska dámar honum betur at spæla fótbólt. Aðrastaðni verður sagt, at talv er vorðin ein kappingarítrótt fyri ungar menn. Besta dømið man OL-gullvinnaraliðið úr Usbekistan vera. Í 2004 var størri helmingurin av okkara OL-liði um 20 ára aldur (Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg).

Hvat er hent? Talvfeløgini eru kanska sovnað. Í øllum førum er lítið regluligt innanfelagsvirksemi úti í feløgunum sammett við fyrr. Hevur internetið loyst av uppalandi upgávuna hjá talvfeløgunum? Eru telvarar vorðnir latir fast food brúkarar, sum heldur taka nøkur snartalv á chess.com ella aðrari av øllum handans talvheimasíðum í staðin fyri at vera virkin í einum meira mennandi umhvørvi í einum røttum talvfelag? Men hvat er at gera, tá at kalla øskukalt er vorðið í talvfelagnum? Av tí sama síggjast nógv færri telvarar í árligu FM-einstaklingakappingini um páskirnar.

Og hvat bleiv av stórmeistaraeffektini hjá Helga Dam Ziska? Vaks áhugin fyri talvi av tí? Dugdu Talvsambandið og feløgini nóg væl at gagnnýta momentum av tí? Tað frættist, at nógv skúlabørn hava telvað, Helgi hevur sjálvur í samstarvi við Nám evnað til og givið út mennandi frálærutilfar á føroyskum, og sjálvur verið úti í skúlunum og lagt lag á, men síggjast børnini aftur, tá veruligar kappingar eru? Í landskappingini er heldur eingin deild fyri dreingir og unglingar sum fyrr. Tá er okkurt, sum ikki ruggar rætt.

Virknasta føroyska talvfelagið í nýggjari tíð er heldur ikki til longur. Felagið hevði ikki heimstað í Føroyum, men í Keypmannahavn. Talvfelagið Føroyar, stovnað í 1984. Í 90-unum og fyrstu árini eftir aldamótið var kremið í føroyskari telving lesandi ungdómur í danska høvuðsstaðnum. Teir komu tí í eitt gott og mennandi umhvørvi. Tann sólskinssøgan endaði við, at føroyska felagið vann seg upp gjøgnum allar deildirnar heilt upp í sjálva meistaradeildina í Danmark. Føroyskir útisetar í Keypmannahavn telva ikki longur, og okkara bestu telvarar eru ikki útisetar, men heimaføroyingar. Flestu av gørpunum í talvfelagnum Føroyar búgva nú í Føroyum, og telva minni enn teir gjørdu fyri tjúgu árum síðani.

Glæsilig søga
Talvolympiadan í India var hin 25. hjá Føroyum. Vit eru við longu í 1970. Tað er samstundis fyrsta ferðin, at Føroyar eru umboðaðar í almennari altjóða kapping við einum landsliði. Talvolympiadur hava verið síðani 1927. Tær eru ikki skipaðar undir IOC, altjóða olympisku rørsluni, har Føroyar framvegis ikki hava limaskap. Altjóða talvsamgongan, FIDE, stovnað í 1924, og ikki limur í IOC, skipar einsamalt fyri stevnuni.

Føroyar sluppu lutfalsliga ómakaleyst upp í part. Danir vóru heldur trekir at byrja við, men ymiskt var, sum lætti um tilgongdina. Føroyar høvdu longu í 40-árunum verið uppi í altjóða brævatelving, smærri protektorat sum bretsku og amerikansku Jómfrúoyggjarnar vóru longu limir, og so kom tað væl við, at táverandi forsetin í FIDE var úr Svøríki, Folke Rogard. Føroyar fingu limaskap í FIDE á ráðstevnuni í Siegen í 1970.

Talvolympiada er annaðhvørt ár. Føroyar hava luttikið trúliga síðani 1970. Einasta undantakið var 1986. Tá boykottaðu Føroyar saman við Danmark, Svøríki, Noregi og Hollandi, at Arabisku Emiratini, sum hýstu olympiaduni, sýttu Ísrael at vera við. Og so var eingin kapping í 2020 vegna korona.

Føroyar hava telvað í alt 347 landsdystir móti 132 ymiskum londum á hesum 25 olympiadunum. Tá eru landsdystir í EM, í kappingini Small Nations fyri smátjóðir í Evropa, í 8-landakappingunum í 80-unum - sum var ein víðkað norðurlandameistarakapping fyri landslið - og allir dystirnir móti Íslandi ikki íroknaðir. Man nøkur onnur kappingargrein í Føroyum verða skrásett fyri so nógvar altjóða A-landsdystir?

Í 1970 vóru londini á talvolympiaduni ikki fleiri enn 60, sum tá var met. Talið á londum er trífaldað síðani. Kortini vóru kappingarnar nógv drúgvari fyrr enn nú. Fyrstu tríggjar ferðirnar, at Føroyar var við, var kappingin tvífalt so long sum nú. Skipanin var tann, at fyrst var undankapping í fleiri bólkum. Fremstu tvey liðini í hvørjum bólki vunnu seg í A-finaluflokkin, og soleiðis niður eftir í teir ymsu lægri finaluflokkarnar. Tá var undankapping og endaspæl á somu stevnu. Tann seinasta av hesum kappingunum var í franska býnum Nice á sumri 1974. Tá vóru ikki færri enn 24 umfør í alt, og telvað var í ein heilan mánað.

Síðani 1976 hevur kappingin verið skipað eftir núverandi leisti. Í nógv ár vóru fjúrtan umfør, men so líðandi er tað lækkað niður í ellivu umfør. Í nógv ár vóru borðstigini tey, sum taldu, men síðani 2006 hevur skipanin við dystarstigum - tvey stig fyri vunnan dyst og eitt stig fyri javnleik - verið brúkt. Og øll árini hevur verið telvað á fýra borðum.

Niðanfyri er yvirlit yvir endaliga úrslitið hjá Føroyum á talvolympiadunum. Vert er at hava í huga, at endaliga plaseringin sigur ikki allan sannleikan um heildaravrikið. Tvey dømi um tað kunnu vera tikin fram. Eitt hitt besta endaliga úrslit hjá Føroyum var í Moskva í 1994. Vit gjørdust tá nummar 52 av 124 londum. Hetta var, tá bara borðstigini taldu. Ein góður spurtur gjørdi munin. Í seinastu tveimum umførunum fingu Føroyar 7½ stig av átta møguligum - vunnu 3½-½ á Libanon og 4-0 á Irak. Fín úrslit, og tey sendu okkum langt upp í røðina. Men hevði eitt umfar verið eftir, høvdu vit ivaleyst rent okkum í væl sterkari mótstøðulið, sum kundi varpað okkum langt aftur í røðina. Hini úrslitini í 1994 vóru meira misjøvn. Móti San Marino vunnu vit bara tepurt, vit taptu fyri Luksemburg, o.s.fr.

Í 2016 endaðu vit nummar 101 av 170 londum. Men tá tryggjaði Helgi sær stórmeistaraheitið, vit vunnu í stórum stíli á Bosnia-Herzegovina, vit møttu Kina, sum vann OL, og tað var ikki í einum av fyrstu umførunum, tá skiljast skal millum góð og ring lið, men í áttanda umfari. So kom stígur í, og seinasta dystin taptu vit 4-0 fyri Svøríki, og tað bøtti heldur ikki um endaligu plaseringina.

Føroyar á 25 talvolympiadum

Ár Nr. Lond tls.

1970: 55 (60 lond)

1972: 54 (62 lond)

1974: 58 (73 lond)

1976: 44 (48 lond)

1978: 46 (65 lond)

1980: 72 (81 lond)

1982: 56 (91 lond)

1984: 63 (88 lond)

1988: 57 (107 lond)

1990: 79 (108 lond)

1992: 65 (102 lond)

1994: 52 (124 lond)

1996: 81 (114 lond)

1998: 72 (110 lond)

2000: 67 (126 lond)

2002: 92 (134 lond)

2004: 75 (128 lond)

2006: 82 (147 lond)

2008: 61 (146 lond)

2010: 80 (148 lond)

2012: 68 (156 lond)

2014: 81 (172 lond)

2016: 101 (170 lond)

2018: 103 (184 lond)

2022: 108 (188 lond)

Samanumtøka
Allir á føroyska landsliðnum í talv-OL í Chennai ganga sum nevnt aftur í rating.

Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig. 16 ára gamli Luitjen verður serliga hart revsaður, men tað kemst eisini av tí, at ratingkoefficienturin er fjøruti hjá ungum telvarum móti tjúgu hjá vaksnum telvarum.

Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:

1. Helgi Dam Ziska 7/10

2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10

3. Rógvi Egilstoft 5½/9

4. John Rødgaard 3½/9

5. Luitjen Akselsson Apol 1/6

##med2##

Helgi
Helgi Dam Ziska var tann einasti av føroysku telvarunum, ið stóð royndina í India. Hann var okkum aftur ein tryggur skansi á 1. borði. Høvdu vit ikki hann, stóð illa til. Tað merkisverda við honum er, at hann stendur seg lutfalsliga betur, sterkari mótstøðu, ið hann fær. Móti teimum heilt sterku er hann stinnur. Tú kennir á tær, at hann hevur ein kjans móti øllum telvarum, sjálvt teimum allarbestu. At hann greiddi javnleik á 1. borði móti bæði Kroatia og Argentina, sum eru sterkar talvtjóðir, hevði eingin annar av føroysku telvarunum gjørt honum eftir. Hann tapir bara fyri Nodirbek Abdusattorov, sum røkti 1. borð hjá OL-gullvinnaranum.

Helgi er tann einasti av okkara telvarum, sum hevur ein veruligan internationalan stíl - og klassa. Strategiskt, teoretiskt og tekniskt er hann í flokki fyri seg. Men móti veikari telvarum stendur stundum á hjá honum at vinna. Tað kann tykjast sum eitt paradoks, men í hesum hava vit samstundis avmarkingina hjá honum. Helgi telvar onkursvegna í so korrekt og varið. Tað kreativa og dynamiska elementið er í so kámt.

Sum vinmaður hansara, Nils Grandelius - fremsti telvari Svøríkis - sigur í lýsing sínari av Helga í bókini um okkara stórmeistara: För att nå de riktigt höga höjderna räcker det inte enbart med stor säkerhet; man måste också vara "farlig". De säkra öppningarna måste blandas med skarpare överraskningar, och man måste utmana både sig själv och modståndaren.

Hinir
Brøðurnar Rógva og Høgna kunnu vit taka undir einum. Hvørgin var í nánd av einum IM-normi. Báðir tóktust heldur rustaðir. Hugsaðu leingi og komu ofta í tíðarneyð. Høgni tykist hava heldur sunnari stíl, men var kortini meira ótryggur og trilvandi, enn vit plaga at síggja hann. Rógvi telvar í so óortodokst og romantiskt, er ov lítið posisjónelt tilvitaður, talvið í síðsta umfari móti Uganda man vera besta dømið um hetta.

John Rødgaard er nú vorðin 67 ár, og tað merkist so smátt. Tær støðurnar, sum hann fyrr í eyðkendum lagi helt móti sterkum mótstøðumonnum, missir hann nú ofta í fjórða og fimta tíma. Tað er, sum bresta sikringarnar, gerst talvið ov drúgt. Og hjá honum er sjáldan nakað talv stutt. John hevur sítt trygga grundspæl, sín teoretiska kunnleika og hollu fatan fyri spælinum. Hann tekur ongan vága, men tú vinnur lítið bara við varsemi. Við svarta fólkinum er lítið bit í hjá honum. Flest allir telvarar vikna við árunum, soleiðis er tað bara, og John sleppur heldur ikki undan hesari sannroyndini.

Og so er tað Luitjen. Tað besta við honum er, at hann hevur árini fyri sær. Hví tað hilnaðist so illa hjá honum í India er ilt at meta um. Hann hevur framvegis í so stór sveiggj í sínari telving, og í so lágt botnstøði.

Samanumtikið høvdu vit sterkasta lið, sum hugsast kann. John Arni Nilssen og Martin Poulsen kundu eisini verið við, og kanska hevði tað ikki verið verri; teir hava rutinuna og rástyrkina, eru góðar kappingartýpur og eru í góðum árum. Høvdu teir loyst av tann elsta og tann yngsta, hevði úrslitið kanska verið eitt annað, men tað vita vit ikki. Undir øllum umstøðum er úttøkan farin fram eftir øllum røttum leiðreglum.

Eingin venjari
Ein spurningur, ið trokar á, er, um hyggjuráðini høvdu verið at knýtt ein góðan venjara at føroyska talvlandsliðnum. Ein, sum kundi fyrireikað liðið í góðari tíð. Analysera okkara telvarar, givið teimum frálæru, bøtt um tað, sum haltar í telvingini hjá teimum, og verið øllum ein svalandi íblástur fyri, undir og eftir olympiaduna. Men til tað krevst ivaleyst, at telvarar eru fúsir at geva seg undir nýggj og økt krøv. Og vilja teir so tað - okkara bestu telvarar?

Vit lata spurningin - og hugskotið - standa.

Og so kunnu vit enda við sólskinssøguni um Usbekistan, sum púra óvæntað vann talvolympiaduna. Venjari hjá teimum er Ivan Sokolov. Hann kenna vit. Longu í 1992 fekk Talvsamband Føroya avtalu við hann og landsmannin Predrag Nikolic um at koma til Føroyar at leggja føroyskum telvarum lag á. Høvuðsstigtakari var Jákup Mikkelsen, liðleiðari hjá Føroyum á talvolympiaduni í Manila í juni 1992. Kríggj var brostið á í heimlandinum, Jugoslavia, og hugsingur var ikki um at fara heim aftur til Sarajevo í Bosnia-Herzegovina.

Tann framskygdi Jákup Mikkelsen, ið seinni sum formaður í Talvsambandinum saman við Rana Nolsøe tók stig til fyrstu stóru altjóða talvkappingarnar í Føroyum árini fyri aldamótið, bar skjótt í bandi, soleiðis at hesir báðir flóttamenninir, ið tá vóru millum fremstu fimtan telvarar í heiminum, komu til Føroyar um miðjan juli sama ár. 32 ára gamli Nikolic fekk tilhald í Klaksvík, og 24 ára gamli Sokolov gjørdist venjari hjá Havnar Telvingarfelag.

Hetta átak var sera gagnligt - næstan eitt frambrot - fyri føroyska telving. Nikolic og Sokolov vitjaðu javnan aftur í Føroyum øll 90-árini. Fyri Heina Olsen hevði Nikolic sera stóran týdning. Og onkur kundi spurt: hví brúka vit ikki teir longur?

Sokolov varnaðist brátt evnini hjá tveimum smádreingjum í Havnar Telvingarfelag. Hesir vóru Martin Poulsen og Olaf Berg. Hann segði í 1992 bart út, at við kønari hond áttu hesir at kunnað komið heilt langt. Og so eru vit aftur við sama spurning: hvat vilja føroyskir telvarar?

Ivan hevur í bók síni, "Ivan´s chess journey" (2016), sum partvíst kann lesast sum endurminningar úr hansara spennandi lívi, ikki gloymt summarið 1992 í Føroyum - fyri júst tretivu árum síðani.

Vit enda hesa OL-eftirmetingina við hesum brotinum úr endurminningum Ivan´s um "the summer of 92":

I started to talk with the Faroe Islands Chess Federation to spend the summer there as a coach. The technicalities were finalized and I was able to spend the summer in Tórshavn, the faroese capitol, coaching some local players. They also coached me with their natural skills - like fishing salmon. In the middle of the summer the daylight in the Faroes just like in Iceland or Greenland lastst almost 24 hours. The faroese community was small at the time. As a foreign chess player spending summer there, I was regarded almost as an attraction and was invited by the locals to their endless parties. I was 24 enjoying life to the full extent of its joy. It was a wonderful summer. Days were long and girls were blonde. Near the end of August, the time came to get back to work: tournaments.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo