Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein av mest grundleggjandi súlunum í upplýsta fólkaræðinum er staðfesti ognarrætturin hjá fólki av privatogn, og ognarrætturin hjá tí almenna av tilfeingi á sjógvi, undirgrund og lofti. Hesi grundfestu rættindi hava sjálvandi viðført stríð millum partar, men eru hesi stríð nærum altíð endaði við endaligari løgligari stafesting av hvør rætti eigarin er. Hvat er mín ogn, hvat er tín ogn, og hvat er ogn næstans. Við ognarrættinum fylgir eisini rætturin at gera av hvat ognin verður nýtt til, og hvør annar kann gera gagn av lógligu ognini.

Kortini hava vit seinnu árini sæð nógvar royndir sum seta at, ella gera krav uppá annans mans ogn. Vit hava sæð eitt vinnulív, sum eftir stórt trýst á polittisku skipanina, hevur fingið veiðurættindi og nýtslurættindi til gagnnýtslu, í somikið víðfevndum vavi, og summir av loyvishavaranum, eru so væl tryggjaðir viðvíkjandi nýtslurættindum, at ognarhugtakið verður tambað til ytstu mørk. Uttan iva útum mørk.

Samstundis síggja vit eitt rák, har partvíst kommunur og privatir felagsskapir royna at hevja rætt á økjum, har borgarin treytaleyst er staðfestur ognari. Rætturin hjá jarðareigarumat nýta ogn sína eftir egnum áhuga, er eftirhondini nógv skerdur gjøgnum byggisamtyktir, serliga viðtøkur, og málsviðgerð í kommunala geiranum.

Almenna Visit Faroe Islands, í parkoyring við stóru ferðavinnuaktørarnar, og í fylking við eitt nú Hagafelagnum, er farið at bjóða óðalsfólki og festibøndrum av í stríðnum um hvør hevur rætt til at troyta teir møguleikar sum fylgja við ognini. Summi av teimum mest víðgongdu tvíhalda enntá um at tey hava rætt til at gera gagn, eisini við fíggjarligum vinningi fyri eyga, av annan mans ogn.

Byltingar av øllum verðsins slagi vinna sær slóð í dagsins meldri, og nógv viðgerð og umrøða er gagnlig, men júst tað at hava sterk ýtir er týdningarmikið, tá meldurin er mestur.
Ikki bara tí, men eisini tí, er avgerandi neyðugt at vit sum rættarsamfelag virða ognarrættin, sum tað friðaramboð hann er. Rætturin hjá tær til tínar ognir, og rætturin hjá mær til mínar ognir. Alt annað er at gera seg inná eina av grundsúlunum í fólkarøðisliga rættarsamfelagnum.

Okkum tørvar kosmos, tað er ríkiligt av kaos!

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo