

Ógvuslig vatnflóð hevur rakt Nýsæland.
Fýra fólk eru deyð og tað frættist eisini frá stórum materiellum oyðileggingum, serliga á tí norðaru oynni, har eisini fleiri skriðulop hava verið.
Landsins forsætisráðharri, Chris Hipkins, sum bert hevur sitið í embætinum í fáar dagar, sigur eftir at hava sæð hvussu umfatandi oyðileggingarnar eru, at hetta er tað ringasta, nakar hevur upplivað.
Sagt verður, at tað eru veðurlagsbroytingar sum gera, at tað er farið at regna nógv meira í Nýsælandi enn tað plagdi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo