Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi: Í vikuni hevur tingbólkurin hjá Tjóðveldi hitt umboð fyri tey flestu fakfeløgini.

Umboðini fyri fakfeløgini høvdu nógv íkast til kjakið um hvat gerast kann fyri at hjálpa fólki í hesari støðuni, har allar flestu løntakararnir yvir stutta tíð hava upplivað ógvusligar broytingar í tøka peninginum.

Ógvusligu prísbroytingarnar hava í grundini upp á fáar mánaðir etið lønarhækkingarnar upp, sum lønarbeiðararnir hava stríðst seg til yvir fleiri ár.

Umboðini fyri fakfeløgini og tingfólkini hjá Tjóðveldi umrøddu ítøkiligu tilmælini hjá Tjóðveldi fyri at bøta um íkomnu støðuna, samstundis sum feløgini eisini komu við onkrum tilmælum afturat.

Eftir stóð púra greitt, at tað er altavgerandi at taka stig beinanvegin, so løntakararnir í Føroyum uttan panikk fáa møguleika at leggja til rættis í mun til broyttu umstøðurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo