Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Føroyska tónleikakollektivið Ókendir, hava givið út sítt fyrsta staklag, tað kreativt nevnda lagið: "Ókendir".

Sjálvnevnda útgávan er eitt slag av temasangi fyri bólkin. Eitt illsint trapp-lag við rungandi bass, óhugnaligum klokkuspæli, og ein frísk blanding av tónleikagreinum, við atmosferiskum keyboardi og rokkutum gittara.

Í tekstinum hugleiða tveir av vokalistunum - Marius DC og Svarta - um føroyskt hipp hopp, og upprunan av kollektivinum.

Setningar sum “Mála hasar veggirnir líka sum Dexter” og “Steðgi ikki fyrr enn eg aftur standi og haldi í einum steypi” vísa, at hetta eru ungir menn við høgum ambitiónum í føroyskum tónleiki.

Tað eru Marius DC og Nönne, ið hava framleitt, og Nönne hevur harumframt ljóðblandað lagið. Regin Tausen spælir gittara og Jákup Tórgarð spælir á tangentar.

Ókendir gjørdu vart um seg við brakandi frumframførslu á fyrsta innleiðandi umfari á Sement í ár, ið sendi bólkin beint í finaluna. Í finaluni megnaðu teir aftur at fanga fjøldina í Reinsarínum, ið bæði klappaði og sang við til óhoyrdu løgini.

Við nýggja staklagnum og einum spennandi plássi sum fyrsta navnið kunngjørt á SKRAPT festivalinum í oktobur, og luttøku á Saltfest á Tvøroyri í summar, er árið hjá Ókendir veruliga sparkað í gongd. Ella sum teir sjálvir siga: “Framtíðin er ókend.”

"Ókendir" er tøkt nú á øllum stroymingstænastum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo