Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skipanin, sum eg setti í verk, við ókeypis sálarfrøðihjálp til 15 og 35 ár, er faktisk ein stór suksess. Vit hava hjálpt nógv fleiri fólkum enn mett varð frammanundan.

Vit hava havt 4.100 viðtalur, og vit hava hjálpt 500 fólkum higartil - áðrenn skipanin byrjaði, fingu hesi fólk onga hjálp,

Sostatt hevur skipan virkað so mikið væl, at eg nú fari at biða Løgtingið um eina eykajáttan, soleiðis at vit í ár kunnu hjálpa enn fleiri fólkum.

Hetta er mítt hjartabarn - eisini tí, fyri meg er tað persónligt. Ungdómur, sum stendur mær nær, hevur brúkt hetta tilboð, við góðum úrsliti.

Við vón um skjóta og positiva viðgerð og støðutakan í Løgtingum.

Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður í heilsumálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo