Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ADHD felagið: Í dag er 1. oktober, og vit seta hol á altjóða ADHD tilvitanarmánaða (ADHD Awareness month).

Hettar er 3. árið, at ADHD felagið er við, og fer felagið at hava ymisk tiltøk og átøk fyri skapa tilvit.

ADHD felagið hevur næstan 15 faldað limatalið eftir einans trimum árum, og hevur nú 392 gjaldandi limir!

- Høga limatilgongdin avspeglar, hvussu átroðkandi og neyðugt arbeiði til frama fyri ADHD/ADD er. Dagliga hoyra vit um langar bíðirøðir til útgreining, manglandi sernámsfrøði og tilboð, um skúlar, sum ikki hava nøktandi karmar til læring, um ringa sálarheilsu, skúlaaftran, angist, misnýtslu, ludomani, etingarólag og tunglyndi, ið eru sera vanligar reaktiónir uppá óviðgjørt ADHD/ADD.

Hóast fleiri hava fingið diagnosuna og hjálpina, so eru tað hagfrøðiliga enn sera nógvir føroyingar, ið ganga við óstaðfestum ADHD og hava eitt sera slítandi og strævið lív, tí tey ikki fáa røttu ella nøktandi hjálpina.

Tí er tað týdningarmikið, at vit ein mánaða um árið varpa serligt ljós á ADHD/ADD.

Fyrsta tiltakið er í morgin 2. okt. kl. 15:00, tá vit hava eina víðkaða limakafé í Reinsarínum, har øll eru vælkomin. Evnið verður “Sjálvhjálp og stuðulsátøk”.

Nógv annað verður á skrá, so sum ein nýggjur stuttfilmur, eitt tiltak í SMS, ein evnisdagur síðst í mánaðinum, umframt vit luttaka á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober, sum Sinnisbati skipar fyri - og so er stóri spurningurin, hvør man fáa ársins ADHD viðurkenning!

Ynskir tú at gera ein mun?
Okkara aðalmál er at betra um korini hjá teimum við ADHD/ADD og familjum teirra. Tú kanst eisini gera mun við at melda teg sum lim á adhd.fo, koma til tiltøk, við at tosa um ADHD/ADD, deila tína søgu, deila uppsløg á sosialu miðlunum v.m.

Við vón um góða undirtøku, ið ber við sær framstig og bata.

Góðan ADHD tilvitanar mánaða!

Vinarliga
nevndarlimir og tiltakslimir í ADHD felagnum

Bjørg Dam
Poula Patursson
Anne Sophie Nordendal
Anna Nolsøe Joensen
Maiken á Mýrini
Pætur Nattestad Petersen
Durita Brekku Dam
Edmund Djurhuus
Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin
Eyð-Britt Tjaldrastein
Karolina Láberg
Bjørga Sivertsen
Petra Weihe
Óli Nolsøe í Garðamørk
Ranvør Isholm
Laura Apol

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo