Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Olaf Johannesen, sum í løtuni vitjar í Føroyum í sambandi við frumsýningina av krimirøðini Trom, vitjaði í morgun á Ráðhúsinum saman við konuni Maritu Dalsgaard, har tey hittu Heðin Mortensen, borgarstjóra, til ein kaffimun og eitt hugnaligt prát.

Olaf Johannesen hevur fingið fleiri av størstu viðurkenningunum, sum til ber at fáa sum sjónleikari í Danmark, harímillum víðagitnu Reumert-heiðurslønina. Herfyri fekk Olaf Johannesen eisini Mentanarvirðisløn landsins.

Borgarstjórin nýtti høvið at takka Olafi fyri tann stóra týdning, Olaf, pápin Eyðun og familjan annars hava havt fyri leiklistina í Havnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo