

VG skrivar at tað stendur Ole Gunnar Solskjær í boði at gerast venjari hjá norska landsliðnum.
Solskjær gjørdist venjari hjá norska felagnum Molde fyri aðru ferð í oktober 2015.
Áðrenn var hann venjari hjá felagnum frá 2011 til 2014, og hevur hann eisini spælt við Molde áðrenn hann fór til Manchester United í 1996.
Sambært VG fara samráðingar at verða nú við Solskjær um venjarastarvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo