Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Óli P teknaði seinastu árini á VP og tekningarnar hjá honum eru eisini komnar út í bók.

Óli P teknaði seinastu árini á VP og tekningarnar hjá honum eru eisini komnar út í bók.

Helst kendasti keiputeknari í Føroyum nakrantíð, Óli Petersen ella Óli P sum hann signeraði tekningarnar, hevur lagt pennin með alla. Hann andaðist í nátt, 86 ára gamal.

Óli var føddur í Klaksvík 24. januar 1936, men búði tað mesta av lívi sínum á Skála, har hann flutti í 1964, tá hann fekk arbeiði á Skála Skipasmiðju.

Hansara sergrein innan skipstekningar var at tekna apteringar, ella innrættingar av skipum, sum hann gjørdi í 25 ár, áðrenn skipasmiðjan fór av knóranum seinnapartin av áttatiárunum.

Skipasmiðjan lat tó skjótt uppaftur, og Óli fekk bjóðað at koma í starv aftur, men takkaði nei.

Tá hevði hann av álvara tveitt seg út í at tekna skemtitekningar og aðrar tekningar fyri fyritøkur, stovnar og onnur.

Óli gjørdi seg longu kendan við keiputekningum í væl umtókta Rukkulakkanum, ið klaksvíkingar góvu út undan Norðoyastevnu frá 1957 í eini 25 ár á rað.

Ritið mundi vera tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum við skemtitekningum av serliga klaksvíkingum, men eisini sum viðmerkingar til landspolitiskar støður av ymsum slagi.

Eisini mundi hann vera tann fyrsti, sum gjørdi og gav út eina veruliga teknirøð, sum kallaðist Stavnur og Snar. Røðin varð prentað leypandi í Sosialinum og síðani givin út í bók.  

Frá 1989 og tey næstu 25 árini átti Óli baksíðuna á Sosialinum við eini keiputekning, ið oftani var ein viðmerking til politisku støðuna í landinum.

Tað segðist um blaðið tey árini, at tað varð ”lisið” aftanifrá, tí nógvir lesarar fyrst hugdu á baksíðuni eftir skemititekningini hjá Óla, áðrenn tey vendu blaðnum og hildu fram við forsíðuni og síðani restini av blaðnum.

Hesi árini kom árliga út bók við tekningunum.

Eina tíð teknaði Óli eisini fyri Portalin, og seinastu fimm árini, hann var virkin sum teknari, vóru tað lesararnir hjá VP.fo, ið høvdu gleðina av hansara tekningum, sum eisini vórðu givnar út í bók. 

Óli var giftur við Susanne Barding og átti dóttrina Fanny.

Óli P teknaði seinastu árini á VP og tekningarnar hjá honum eru eisini komnar út í bók.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo