Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Oligarkurin Mikhail Fridman sum býr í London finst hvassliga at sanksjónunum í eini samrøðu við stóravísina El Pais:

- Eg havi búð í London í átta ár, og havi gjørt íløgur fyri milliardir av dollarum í Bretlandi og øðrum evropeiskum londum. Tøkkin er, at alt er tikið frá mær og verið eg nú kastaður út, sigur oligarkurin.

- Bretskir myndugleikar mugu veita mær eina ávísa upphædd so eg fái leigað mær ein hýruvogn og keypt mat, men tað er sera avmarkað, tá hugsað verður um kostnaðarstøði í London. Eg veit ikki um tað er nokk til eitt vanligt lív. Eg fái heldur ikki farið á matstovu. Eg má eta heima við hús og eri í veruleikanum í húsavarðhaldi, sigur Fridman við El Pais.

Norska Nettavisen hevur tikið brot úr greinini - les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo