Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrapartin í dag var fráfaringarløta fyri Olinu úr Hvalvík, sum takkar fyri seg aftaná at hava verið í starvi í skúlanum í 27 ár.

Skúlaleiðslan, lærarar, umboð frá kommununi og nærmasta familja hjá Olinu hittust til eina hugnaliga fráfaringarløtu, nú Olina takkar fyri seg. 

Vagn Foldbo, skúlastjóri, helt røðu og takkaði Olinu fyri hennara trúfesti og ómetaliga stóra arbeiðsavrik øll hesi árini. Eisini John Færø, trivnaðarstjóri, nýtti høvi at takka Olinu fyri gott samstarv. 

Hugnaligir tónar frá Steintóri Rasmussen settu eisini ein hugnaligan dám á løtuna. 

Klaksvíkar kommuna takkar fyri tíðina og ynskir Olinu blíðan byr framyvir.

Klaksvíkar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo