Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Borgarstjórin í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, hevur verið úti í Mykinesi saman við fólki frá sløkkiliðnum í Sørvági, fyri at meta um skaðan, eftir at nakað av olju fór á sjógvin í gjónni mikudagin.

Tað var tá teir vóru í holtur við at pumpa olju niðan til SEV verkið í oynni, at olja so ella so slapp á sjógv. Øll eru ikki á einum máli um, hvussu nógva olju talan var um. Summi siga einar 50 litrar umframt tað sum var í slanguni niðan. Ímeðan onnur siga, at talan heldur var um nakrar túsund litrar.

Eyð Ellingsgaard sigur við VP, at tá tey komu út í morgn kendu tey ein farra av oljuoyki.

- Men her hevur verið brim í einar tveir dagar, so tað er farið, og her er onki at koma eftir, sigur Eyð Ellingsgaard.

Sløkkiliðið hevði oljusperrur við sær út í morgun, men sum skilst verða tær ikki tiknar í brúk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo