Ein lovandi vaksina sendur oljuprísin og Oslo Børs steyrrætt upp, og eisini amerikanski forsetin Donald Trump fegnast um stórtíðindini í dag.
Tað skrivar E24.no.
Amerikansku børsarnir merktu somu gongd, tá ið teir lótu upp í morgun, eftir at Pfizer og BioNTechs kunngjørdu tíðindini um sínar korona-vaksinukandidatar.
Dow Jones-indeksið fór upp 5,6 prosent, og S&P-indeksið 3,7 prosent.
STOCK MARKET UP BIG, VACCINE COMING SOON. REPORT 90% EFFECTIVE. SUCH GREAT NEWS!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) November 9, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo