Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hóast tað er ein sannroynd, at tað altíð fara at vera næmingar, sum ikki megna at røkka málunum, ið verða sett teimum, og sum eru ringir at røkka so ella so, eiga vit kortini í prinsippinum at siga, at øll eiga at verða inkluderað í vanliga skúlan, heldur Erla Højsted.

- Tey vaksnu rundan um børnini eru ógvuliga týdningarmikil; er tað soleiðis, at lærarar, og kanska foreldur við, halda, at næmingurin ikki hoyrir heima í fólkaskúlanum, so kennir næmingurin hetta á sær, og tá eru ikki góð útlit fyri at verða inkluderað. Trívist næmingurin ikki, og følir hann seg ikki sum part av felagsskapinum, so er hann ikki inkluderaður. Øll hava ábyrgdina av, at næmingarnir føla seg væl, eisini foreldrini hjá næmingunum, sum ikki hava serligan tørv. Hetta treytar ein opinleika, sum sigur, at vit eru øll ymisk, og at tað er okkara felags uppgáva, at øll í flokkinum hava tað gott og trívast. Tað eigur ikki at vera ein spurningur, um vit megna hetta, men heldur, hvussu vit megna hetta.

Eftir at nýskipanin er sett í verk í danska fólkaskúlanum, hava nógv neyðarróp verið frammi í donskum miðlum, har foreldur siga frá, at dygdin á undirvísingini er farin fyri bakka, tí lærarar skulu brúka alla orkuna og tíðina upp á næmingarnar við serligum tørvi, sum eru komnir inn í vanligu flokkarnar.

- Øll hava krav uppá at fáa tað, tey hava brúk fyri; brúkar lærarin alla tíðina og orkuna upp á veiku næmingarnar, so er minni til hinar. Tað sigur seg sjálvt. Soleiðis hevur tað í grundini altíð verið. Tað liggur ein ógvuliga stór ábyrgd á herðunum á lærarum; skal hann hava møguleika at royna at geva øllum næmingum tað teimum tørvar, so sleppa vit ikki undan at tosa um næmingalagaða undirvísing. Lærarin má hava innlit í, hvat hvør einstakur næmingur megnar, og hvar hann er staddur í tilgongdini at læra, og so má tað vera størri smidleiki í undirvísingini; er størri smidleiki og næmingalagað undirvísing, røkkur hann í størri mun øllum næmingum. Strembar hann hinvegin eftir einum miðaltali, sum øll skulu náa, so verða bæði tey veiku og tey sterku slept upp á fjall. Hetta er ein stór uppgáva til ein einsamallan lærara við nógvum næmingum; har kundi ein loysn verið at bólkað næmingar øðrvísi innanhýsis í flokkinum.

Nógv er og verður granskað í undirvísingarhættum í ymiskum undirvísingarstøðum, næmingalagaðari undirvísing, tvílæraraskipan, tvíflokkaskipan og samstarvi. Erla Højsted heldur, at í granskingini er nógvur íblástur at fáa.

- Siðbundni undirvísingarhátturin, har lærarin stendur uppi við talvuna og undirvísir, og øll lurta og læra, er utopi í hesum sambandi. Samstarv millum lærarar, eisini tvørtur um floksmark, er ein annar máti at skipa næmingalagaða undirvísing. Kannar tú nærri, hvørjir undirvísingarhættir rigga, og tekur teir til tín, so røkkur tú nógv longri.

Lesið samrøðu við Erlu Højsted í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo