Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrísmanni í fíggjarmálum, um ómaksgjøld fyri almennar tænastur.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er ómaksgjalds-politikkurin hjá landinum?

2. Hvat er endamálið við ómaksgjøldum hjá landinum?

3. Hvussu verða ómaksgjøld ásett og roknað út?

4. Hvørjir almennir stovnar krevja ómaksgjøld fyri sínar tænastur, býtt upp á málsøki, stovnsnavn og slag av ómaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?

5. Hvussu stórar upphæddir vórðu kravdar inn í ómaksgjøldum í 2020, býtt upp á almennar stovnar og slag av óamaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?

6. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja nakrar broytingar í sambandi við ómaksgjøld, og hvørji ómaksgjøld eru á veg at setast í verk og eru nøkur á veg at verða avtikin?

Svar til spurning 1
Tað er bert heimild at áleggja ómaksgjald fyristingarliga, um inntøkan frá hesum svarar til ella er minni enn útreiðslan. Sí nærri undir svar 3.

Svar til spurning 2
Tey ómaksgjøld, ið sipað verður til í spurninginum: tænastugjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld o.a. hava til endamáls at gjalda fyri kostnaðin, ella ein part av kostnaðinum, av at fyrisita tænastuna. Endamálið er sostatt, at tann, sum brúkar ávísa tænastu, rindar fyri ómakin, heldur enn at tænastan verður fíggjað og goldin gjøgnum skattin.

Svar til spurning 3
Ómaksgjaldið verður roknað við støði í tí, sum tað kostar at veita tænastuna.

Tað er ikki altíð møguligt at áseta ómaksgjaldið, so tann einstaki neyvliga rindar fyri júst ta tænastu viðkomandi fær, og verður gjaldið tá ásett eftir eini meting av samlaða kostnaðinum fyri tænastuna býtt á metta talið av brúkarum.

Fyri flestu ómaksgjøldini hjá landinum eru upphæddirnar ásettar í lóg ella kunngerð og verða hesar ikki prístalsjavnaðar.

Tað er ein treyt, at samlaða gjaldið ikki er hægri enn tað, sum veitta tænastan verður mett at kosta tilsamans. Er gjaldið hægri enn kostnaðurin av tænastuni, er talan um skatt ella avgjald, og er kravið tá, at gjaldið er ásett við lóg.

Svar til spurning 4
Fíggjarmálaráðið skilir spurningurin soleiðis, at biðið verður um yvirlit yvir tey ómaksgjøld, ið verða goldin fyri avgreiðslu av almennum tænastum, t.d. at senda bræv ella rykkjara o.líkn. og tey gjøld, sum verða áløgd fyri at avgreiða síni viðurskifti við ein almennan stovn, t.d. gjald fyri at lata inn mvg-uppgerð.

Samlaða inntøkan í 2020 fyri gjøld av hesum slagi var 12,3 mió. kr. (sí talvu niðanfyri)

##med2##

Í roknskapinum hjá landinum verða ómaksgjøld ikki altíð eintýðugt eyðmerkt og bókað á standardroknskaparkonto fyri áminningargjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld oa. Tað er tí ikki møguligt at upplýsa heilt neyvt samlaðu inntøkuna frá ómaksgjøldum. Nøkur ómaksgjøld verða í ávísum føri skrásett saman við gjøldum fyri t.d. eftirlit og umsjón og kravd gjøld, bøtur o.a.

Fíggjarmálaráðið hevur biðið avvarðandi aðalráð upplýsa ómaksgjøld hjá ymisku almennu stovnunum. Inntøkan fyri hesi gjøld skal leggjast afturat omanfyri nevndu upphædd.

Tey ómaksgjøld, sum avvarðandi aðalráð hava upplýst, standa í talvu niðanfyri:

##med3##

Inntøkufíggjað virksemi, og gjald, har ein vøra ella tænasta verður veitt fyri gjaldið, eru ikki tald við. Sum dømi kunnu nevnast gjald fyri loyvir, løggildingar, undirvísingartilfar (íroknað gjald fyri fjølrit), nummarspjøldur, skeinkiloyvi, navnabrøv, tinglýsing, bileftirlit, skrásetingargjald hjá vinnufeløgum, gjald fyri fiskiloyvi og avhending av kvotum o.tíl. Tænastugjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld o.a. goldin í sambandi við avgreiðslu av hesum tænastum eru tald við.

Svar til spurning 5
Sí svarið til spurning 4.

Svar til spurning 6
Eftir galdandi reglum skulu ómaksgjøld í mesta lagi svara til tað, tænastan kostar, og heimild skal vera fyri hvørjum einstøkum gjaldi. Støða verður tí tikin til ómaksgjald í hvørjum einstøkum føri, tá ein almenn tænasta verður sett í verk ella broytt.

Landsstýrismaðurin hevur í løtuni ikki nakra ætlan um at gera yvirskipaðar broytingar í sambandi við ómaksgjøld.

Tinganes 22. desember 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo