Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi í apríl í ár, segði formaðurin, at Tjóðveldi fer ikki í landsstýrið, um flokkurin ikki fær semju um verulig stig til at gera okkum leys av blokkinum og fáa týðandi mál á føroyskar hendur.

- Tjóðveldi fer ikki í samgongusamstarv við flokkar, sum ikki vilja skerja ríkisveitingina úr Danmark, segði formaðurin sambært heimasíðuni hjá KVF.

- Tjóðveldi ætlar at fáa framda ta skipaðu loysingina, sum ger Føroyar leysar av blokkinum.

- Flokkurin vil taka tey seinastu málini á føroyskar hendur og samtykkja føroyska grundlóg, segði Høgni Hoydal á flokstinginum í Fuglafirði í ár.

Og henda sama boðskap hevði Tjóðveldi eisini á flokstinginum í Sørvági í mai í fjør.

Har var millum annað sagt í yvirlýsing, sum stóð at lesa á Norðlýsinum:

- Føroyski búskapurin hevur blómað, meðan vit hava spart dønum minst 23 milliardir krónur. Tíðin er komin at fría okkum frá teim seinastu 641 milliónunum. Tjóðveldi fer undir hetta, so skjótt vit koma aftur í stjórn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo