

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Digtal brotsverk og heimild til logging hjá telenet- og teletænastuveitarum
Spurningar:
1. Hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið at broyta rættargangslógina við atliti til at heimila telenet- og teletænastuveitarum at logga m.a. nýtslu av IP-adressum?
2. Hvør myndugleiki arbeiðir við málinum, og nær kann væntast, at uppskot um at broyta rættargangslógina hesum viðvíkjandi verður lagt fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Í Føroyum er tað ein stórur trupulleiki, at telenet- og teletænastuveitarar ikki hava eina formliga lógarheimild at logga, tá tað snýr seg um digital brotsverk og øll onnur brotsverk, sum verða framd umvegis internetið (liggja inni við og downloada barnapornografi, grooming av ómyndugum, blúnisbrot, avnoyðsla, hóttanir, forfylging, svik o.a. )
Tá brotverk verða framd á alnótini, er IP-adressan oftast einasta brúkbara sporingin hjá løgregluni. Men vantandi heimildir í rættargangslógini hava við sær, at Føroya Tele og NEMA kunnu ikki goyma upplýsingar um, hvør hevur brúkt mobil og dynamiskar IP-adressur.
Tann 1. januar 2016 tók Føroya Tele í nýtslu ein nýggjan plattform til veitan av breiðbandi til nógvar av teirra kundum. Teir byrjaðu at bjóða VDSL ístaðin fyri ADSL, sum hevði við sær, at kundarnir ikki longur høvdu eina fast tilknýtta IP-adressu. Talan gjørdist nú um eina stóra pulju av IP-adressum, sum kundarnir skuldu deilast um eftir tørvi. Tá mann brúkar alnótina heima, syrgja routarin og systemveitarin fyri, at mann fær tillutaða eina tilvildarliga tøka IP-adressu.
Eftir at hava brúkt eina IP-adressu í eina tíð, verður henda automatisk frígivin og løgd aftur í puljuna.
Hesar broytingar hava havt við sær, at Føroya Tele ikki longur hevur loyvi at logga, hvør brúkar ymisku IP-adressurnar júst um tað mundið. Føroya Tele kann sambært Dátueftirlitinum bara logga upplýsingar í førum, har tað er neyðugt í sambandi við rakstur og tilknýti til kundar o.a. Og tað ger seg ikki galdandi við VDSL.
Tað er enn ongin lógarbroyting sett í verk um logging. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 25. august 2022
Johan Dahl
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo