Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit báðir samgongutingmenn, Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum fegnast um, at Fíggjarnevndin hevur tikið áheitanina frá okkum til eftirtektar, um at príshækkingin á Sandoyarleiðini og Suðuroyarleiðini verða strikaðar, og at eykajáttan uppá 1.2 mió verður veitt SSL.

Hækkingin á 1,2 mió. kr. hevur til endamáls, at SSL strikar príshækkingarnar á suðuroyarleiðini og sandoyarleiðini, sum vórðu fráboðaðar í mars 2021 og innførdar 1. apríl 2021.

Á suðuroyarleiðini er talan um eina príshækking, ið skal geva eina meirinntøku á uml. 800 tús. kr. Á sandoyarleiðini er talan um eina príshækking, ið skal geva eina meirinntøku á uml. 400 tús. kr.     

Nevndin grundgevur fyri meirjáttanini, at tað ikki vera rætt at hækka farmagjøldini á hesum leiðum sum nú er.

Kappingarstøðan í suðurøkinum og øðrum útjaðaraøkjum hevur avbjóðingar, og verða farmagjøldini hækkaði nú, so verður tað steinur oman á byrðu.

Tað er avgerandi fyri okkum báðar samgongutingmenn sunnanfjørðs, at útjaðarin ikki verður settur í eina verri kappingarstøðu enn longu nú er galdandi, og tí takka vit allari nevndini fyri at hava víst forstáilsi í hesum máli.

Erhard Joensen og Brandur Sandoy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo