Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tveir dystir eru á skránni í dag í HM-endaspælinum hjá monnum.

Talan er um 1/8 finalurnar millum Frakland-Pólland og Ongland-Senegal.

Fyrri dysturin er klokkan 15, meðan tann seinni verður bríkslaður í gongd klokkan 19. 

Vinnararnir av dystunum í dag bresta saman í fjórðingsfinaluni. 

Tað er longu nú greitt, at Holland og Argentina bresta saman í einari av fjórðingsfinalunum. 

Holland og Argentina leika næsta fríggjakvøld klokkan 19. 

Formkurvan hjá Fraklandi í HM:
Avstralia 4-1
Danmark 2-1
Tunesia 0-1

Formkurvan hjá Póllandi í HM: 
Meksiko 0-0
Saudi Arabia 2-0
Argentina 0-2

Formkurvan hjá Onglandi í HM
Iran 6-2
USA 0-0
Wales 3-0

Formkurvan hjá Senegal í HM: 
Holland 0-2
Katar 3-1
Ekvador 2-1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo