Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Óvissa um framtíðina ger, at partabrøvini falla í virði.

Mynstrið er tó ikki eins ógvusligt sum tá fyrra korona flóðaldan av álvara rakti heimin í vár.

Eitt nú er prísurin á laksi fallin, og tað ger, at Bakkafrost er nógv minkað í virði - sambært Oslo Børs 8,5% seinastu vikuna 6,45% seinasta mánaðin ella 16,3% seinasta árið.

Greinarar vænta, at tað er ov tíðliga at siga enn, hvussu leingi negativa rákið fer at vara - tað veldst alt um, hvussu sóttin rakar heimsbúskapin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo