Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Seinast eg kom til Føroya, var heilt galid, og endaði tað við, at eg varð handtikin, meðan dótturin hjá mær bíðaði uttanfyri.

- Tá eg hesaferð setti viðføri á, var tað ikki tað, teir vildu kanna, men meg persónliga, tí hundurin skuldi havt verið áhguaður í mær, og varð eg biðin um at tøma lummarnar. Eg so gjørdi - lyklar og telefon komu upp. Eg stóð við telefonini í hondini, tá ein tollari kemur og rykkir hana úr hondini harðliga. Eg varð sera kløkkur. Brádliga komu einir 4 mans til og hildu mær og tilkallaðu løgregluna, sum handtók meg.

Soleiðis greiðir ein 28 ára gamal maður frá, sum býr í London, men sum regluliga ferðast til Føroya fyri at vitja familjuna hjá sær. Maðurin er føroyingur, og kennir hann seg forfylgdan av tolleftirlitinum á flogvøllinum í Vágum. Ferð eftir ferð skal hann hava verið stegðaður, tá hann er komin til Føroya, og metir hann, at tað er av rasistiskum ávum.

Tann 2. mars í ár varð hann handtikin fyri at hava gjørt seg inná ein tollara á flogvøllinum, eftir at tolleftirlitið enn einaferð hevði steðgað honum og einki funnið uppiá honum.

- Dótturin við mammuni og omma mín, sum bíðaðu, máttu pent aftur til heimbygdina, fyri síðani at koma til Havnar eftir mær, tá løgreglan blakaði meg út eftir at hava noktað at koyra meg heim.

Viðførið varð tó kannað tríggjar ferðir av tollarum og løgregluni, men onki varð funnið.

- Eg varð viðfarin sum ein kriminellur, fotograferaður, fingraavtrykk varð tikið, og DNA test varð tikin.

- Tá eg seinni ringdi til løgregluna at klaga og vildi melda tollarnar, flentu teir at mær og bóðu meg fara til lækna og løgdu síðani á.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo