Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nær fer Sirið Stenberg at gera umstøðunar hjá teimum privatu miðlunum betri?

Samgonguskjalið sigur: Miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast. Miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.

Sirið Stenberg hevur skjótt havt tvey ár at bøta um støðuna, men starir seg framvegis blinda upp á eina skipan við verkætlanarstuðli, har tað verður politiskt avgjørt, hvørji evni privatu miðlarnir skulu viðgera.

Dømi er um, at størsta verkætlanin er latin fólki, sum kritisera journalistikk.

Privatu miðlarnir gera journalistikk. Talan er ikki um uppgávur á Setrinum við hugalag og háttalag og keldum, sum fjølmiðlanevndin skal gera av.

– Journalistar fara ongantíð at upplýsa eini miðlastuðulsnevnd keldur fyri at fáa pengar.

– Hevði tað kanska borið til við eini skipan, har Kringvarp Føroya bara fekk pengar, um tey fylgdu slíkum meiningsleysum krøvum.

– Dømi er um miðlar, sum er givnir við at framleiða verkætlanir, tí onkur miðil ikki hevur fingð stuðulin, tí at verkætlanin ikki varð góðtikin og Miðlastuðulsnevndin tí ikki vil gjalda.

– Skipanin hevur higartil kostað miðlum pengar, tí teir hava goldið lønir til verkætlanir, sum ikki verða góðtiknar av miðlastuðulsnevndini.

Skipanin við verkætlanarstuðuli virkar ikki. Hon tekur redaktionelt frælsi frá miðlunum, og hon hevur sera stórar óneyðugar umsitingarligar útreiðslur við sær.

– Vit vilja, at tú strikar lógina um verkætlanarstuðul og vendir aftur til skipanina, sum tit sjálvi samtyktu í 2017. Tað er einasti háttur at tryggja, at privatu føroysku miðlarnir hóðra undan. Nú hevur tú havt skjótt tvey ár at liva upp til setningin í samgonguskjalinum um at miðlalandslagið skal styrkjast.

Um tú ikki megnar at loysa uppgávuna, fá so onkran annan í landsstýrinum at loysa uppgávuna fyri teg!

Blaðútgevarafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo