Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur: 29. oktobur kl. 11.00-17.00 verður nógv spennandi á skrá, tá Reyði Krossur hevur Opið Hús í Stiðjagøtu 6, Tórshavn.

Kom og síggj sjálvbodna virksemið í Reyða Krossi, millum annað, hvussu klæðir verða innsavnað, skild og seld, hitt sjálvboðin úr Vitjanartænastuni, síggj hvussu samarittarnir arbeiða, hoyr um hjálpaarbeiðið bæði í Føroyum og kring heimin, og so verður eisini møguleiki hjá børnunum at taka barnafyrstuhjálparskeið.

Samstundis er endurnýtsluhandilin opin frá kl. 10.00 til 17.00 við hópin av lekkrum klæðum og góðum tilboðum. Eisini verður mótaframsýning, pylsuvognur, kaffi og køkusøla og tónleikur við Jens Marna Hansen, Steintóri Rasmussen og Mariu á Lakjuni.

Í sambandi við tiltakinum ber til at ringja á 90 56 56 og stuðla Reyða Krossi við 150 kr. Øll, sum ringja í oktober, fram til og við 30. oktobur, eru við í lutakastinum um 4 x 3.000 kr. gávubrøv frá Atlantic Airways.

Les meir um tiltakið og tekna børnini til fyrstuhjálparskeið á https://redcross.fo/opidhus/

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og læruríka løtu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo